Pól Huus Sólstein, stjóri í North Pelagic, sigur at tað gongur væl at selja sild og makrel til Afrikanska og Russiska marknaðin, men tað skerst ikki burtur at úrtøkan hevði við verandi prísum verið góð 15% hægri um føroysku vørurnar høvdu fríða atgongd til ES marknaðin.
Pól Huus Sólstein, stjóri í North Pelagic, sigur at tað gongur væl at selja sild og makrel til Afrikanska og Russiska marknaðin, men tað skerst ikki burtur at úrtøkan hevði við verandi prísum verið góð 15% hægri um føroysku vørurnar høvdu fríða atgongd til ES marknaðin.
Í løtuni landar Christian í Grótinum í Ánunum og Norðborg landar í Fuglafirði. Fiskiskapurin eftir makreli og sild gongur sera væl og tað eru eingir trupuleikar at finna keyparar til vøruna, men tað at føroyingar ikki sleppa at framleiða til tey sum vilja gjalda mest er ikki ein haldbar støða.
– Hetta striðið sum er um sildina kostar og tað merkja vit á ymiskan hátt.
– Tá vit eru avskorin frá at selja til tann marknaðin sum vit vanliga selja til, eru vit noydd til at selja til ein nógv meira avmarkaðan marknað, og eina nógv meira avmarkaða fjøld av keyparum. Hetta sæst aftur á úrtøkuni, sum higartil í ár hevur verið millum 10- 15% lægri enn vit høvdu fingið um vit høvdu havt fríða marknaðar atgongd. Harafturat fáa vit ikki brúkt allar teir framleiðslu møguleikar sum skipini hjá okkum hava við tað at Afrikanski og Russiski marknaðurin fyri stóran part spyr eftir heilum rundum fiski, og ikki meirgóðskaðum vørum. “Sjálvandi skulu vit stríðast fyri at fáa størri part av kvotuni, men støðan er ikki haldbar í longdini. Ein semja má finnast skjótt”
Eiga at umhugsað at slaka í samband við sildafiskiskapin
Stjórin í North Pelagic, sigur at eftur hansara tykki eru sildatrætan og makreltrætan eru hvør sítt mál. Makrelurin hevur broytt sítt ferðamynstur nokk so ógvusliga norður-vestur eftir, og tískil er nógv meira makrelur í Føroyskum sjógvi enn undanfarin ár. Samstundis er stovnurin í stórum vøkstri, og nóg er til av honum. Tískil er eisini rætt og rímiligt at føroyingar krevja betri rættindi.
Hinvegin heldur hann at tað heilt øðrvísi við sildini. Sildin sum fiskað er higartil í ár er miðalstór, og ongin smásild hevur verið í fiskiskapinum. Hetta samsvarar væl til tað sum fiskifrøðingar siga, at tilgongdin er vánalig, og stovnurin er í minking.
– Sildin er eitt nógv meira kensluborið mál enn makrelurin. Spola vit tíðina aftur so var sildafiskiskapuring og vinnan ein sera týðandi vinna í okkara grannalondunun gjøgnum 50-ini og 60-ini. Men vegna ovurfisking og kanska eisini av ymiskum náttúruávum, hvarv hon, og kom ikki fyri seg aftur fyrr enn góð 20 ár seinni. Hóast sildin einaferð var ein av heimsins størstu fiskastovnum, so er hon sera sárbar. Hon livur leingi og er seint gýtingarfør. Nú tá stovnurin er í ógvusligari minking, og vit hava ásett okkum eina stóra kvotu, hava vit fingið ilt í okkara grannar, við tað at allir eru ræddir fyri at stovnurin skal kollapsa aftur, sum hann gjørdi seinast í 60-unum. Føroyar og Ísland draga somu línum í makrelinum, men í Sildastríðnum eru vit einsamøll tjóð, og her ræður um at sýna, ikki bert snildið, men eisini at sýna vit eru vís og sína ábyrgd. Tilráðingarnar hjá ICES koma nú í oktobir, og verða vit noydd til at verða eitt sindur eyðmjúk um hendan stovnin, og royna av øllum alvi at koma fram til eina semju, hóast eitt EU bann ella ikki.
– Makreltrætan snýr seg um at sýna nøkrum fáum reiðarum í Skotlandi og Írlandi og Hetlandi vælvild frá Bruxelles, soleiðis at tey ikki missa eitt kg í kvotu, sum er djúpt órímiligt. Meðan sildin rørir okkara nærmastu grannar nógv djúbri, og tað skulu við ikki gloyma at hava virðing fyri. Vit eru partar av okkara søgu, og tað eru okkara grannar eisini!




