Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ES vil ikki samráðast við Noreg um svartkjaftin og sildina

Jógvan Hugo Gardar

Tað øsir norðmenn at ES ikki vil setast við samráðingarborðið um sildina og svartkjaftin.

Tað øsir norðmenn at ES ikki vil setast við samráðingarborðið um sildina og svartkjaftin.

Líka síðani í heyst hevur Noreg roynt at fáa eina avtalu við ES um møguleikarnar at fiska sild og svartkjaft hjá hvør øðrum. Men ES hevur avvíst norska ynskinum. ES hevur víst á at tey ikki ynskja at samráðast u meina strandalandaavtalu fyri sild og svartkjaft fyrrenn ein makrelavtala er uppá pláss.

Í einum tíðindaskrivi frá norska fiskimálaráðnum seinnapartin viðganga tey at tað gongur meir enn vanliga strilti at fáa ES til samráðingarborðið um hesar báðar stovnarnar.

Noreg hevur heitt á øll strandalondini um at setast við samráðingarborðið, og sambært norska fiskimálaráðnum hava Russland, Ísland og Føroyar sagt ja til at hittast.

Fyri Noreg hevur tað serliga áhuga at fáa hesar báðar avtalurnar uppá pláss, tí í teimum liggur eisini sínamillum avtalur um at fiska hjá hvør øðrum, og fyri at tryggja báðum pørtum somu rættindir og somu fyrimunir, so hava ES og Noreg tengt undirskrivingina av svartkjaftinum og sildini saman. Føroyar eru ikki ein partur av sildaavtaluni sum er.

Norski flotin hevur longu fiska meir enn helmingin av sínari svartkjaftakvotu, og tí halda norðmenn at tað hevur skund at fáa eina semju á økinum. Tí hevur norski fiskimálaráðharrin, Elisabeth Aspaker, skotið upp at man ger eina fyribilsavtalu ein av fyrstu døgunum. Ein slík avtala vil so kunna geva øðrum tjóðum atgongd til at fiska sild í norskum sjógvi. Her eru føroyingar tó ikki vælkomnir sum støðan er í lætuni á sildaøkinum.