Esbjerg, sum endaði sum nr. 3 í bestu donsku deildini, skal leika 100 ára jubileumsdyst ímóti KÍ á Djúpumýru í kvøld. Leygardagin skulu teir spæla Intertoto Cup ímóti NSÍ.
Bill McLeod sigur við Norðlýsið, at longu í januar, var semja fingin við Esbjerg at teir skuldu koma henda vegin at leika ein dyst móti KÍ í summar. Tá so Esbjerg vann sær møguleikan at spæla Intertoto Cup ímóti NSÍ, valdu teir at taka báðar dystirnar sama túrin til Føroyar.
Hópurin hjá Esbjerg skal búgva á Hotel Norð ímeðan teir eru í Føroyum. Teir koma til Klaksvíkar í dag og vera í føroyum til sunnukvøldið, tá teir aftur fara til Danmarkar og Hotel Norð á Viðareiði verður karmurin um føroyaferð teirra.
Sigast má, at Viðareiði og Norðoyggjar fáa promenentar gestir hesar dagarnar, tí takast kann fram, at Jan Christensen, ið var toppskjútti í donsku superleaguni í fjør er við á ferðini og eisini eiga vit at minnast, at Esbjerg lá leingi fremst í donsku kappingini í ár og vann heili 6-1 á Brønby á heimavøllinum hjá Brønby, so tað er ikki hissini gestir, sum KÍ er upp ímóti í kvøld




