1. mai í ár hevði Esmar Andreasen 35 ára starvsdag á gøtuljósdeildini hjá Tórshavnar kommunu.
Í hesum sambandi var huganlig samkoma hjá borgarstóranum, har starvsfelagarnir hjá Esmari eisini møttu og settu dám á løtuna.
Esmar er føddur og uppvaksin í Havn. Eftir vanligu skúlagongdina varð farið til skips við trolara, men rættuliga tíðliga fór hann í elektrikaralæru hjá P/F Einar Mikkelsen.
Tá Esmar, eftir lokna útbúgving, hevði starvast sum sveinur í tvey ár bleiv hann í 1974 ”lántur” frá Einari Mikkelsen til gøtuljósdeildina, og har hevur hann verið síðani.
Heðin Mortensen borgarstjóri greiddi frá um tær broytingar, sum eru hendar í kommununi á hesum øki, tey farnu 35 árini.
– Gøtuljósdeildin hevur í hesi ár hildið til í kjallaranum í Kjellneshúsi á Húsabrúgv, á Reinsaríðnum í Tórsgøtu og nú síðstu 16-17 árini úti í Torfinsgøtu 21, har margarinfabrikkin Marga og síðani bilverkstaðurin hjá Carlo Petersen hildu til. Í 1990 fór Hjørleif Hansen frá sum fyristøðufólk á deildini og varð Esmar settur í hetta starv. Aðrir leiðarar á gøtuljósdeildini hava verið Mathias Lassen, Hjørleif Hentze og Jákup Joensen.
– Eingir træpelar eru eftir og ongar luftlinjur eru til stararnar at sita á. Eisini er kommunan vaksin heilt nógv, so í dag hevur Esmar saman við sínum monnum gott 8.000 gøtuljós, umframt ferðsluljós at halda skil á, segði Heðin Mortensen borgarstjóri.
Fyrst í 1990-unum var fíggjarkreppa við nógvum kommunalum sparitiltøkum. Eitt av hesum tiltøkum var at leggja vatn- og gøtuljósdeildina saman í eina deild, har Viggo Christiansen hevur verið leiðari.
Borgarstjórin vísti á at í síni frítíð hevur Esmar Andreasen verið hollur stuðul í felagnum Byrsumúla, og at hann eisini fæst við málningalist. Av júst hesari orsøk handaðu starvsfelagarnir Esmari ein málning aftir Pól Skarðenni.
– Sum árini vísa, so hevur Esmar verið kommununi ein sera trúgvur starvsfelagið, og hevur hann røkt sítt starv til fullnar, segði Heðin Mortensen borgarstori at enda og handaði honum heiðursnál, blómur og báðar bøkurnar hjá Birgari Johannessen um Havnina sum gávu.




