Ester og Maria vildi prøva okkurt nýtt, so tær hugsaði, at hetta fór at verða eitt gott og stuttligt upplivilsi.
Ester og Maria eru farnar í starvsvenjing í bóndagarðinum í Stóra Dímun. Ester og Maria fortelja, at tær altíð hava dámt væl djór og bóndalív.
Ein vanligur dagur her í Dímun, byrjar við morgunmat kl: 07:30.
Kl: 08:00 fara tey til arbeiðis. Ester fortelur at tey byrja við at fara í fjósi, at koyra tarvarnar út, og so skal kúgvin mjólkast. Ímeðan kúgvin mjólkar, fara vit at sópa, fortelur Maria.
Ester og Maria fortelja at tær gera ikki tað sama hvønn dag, onkrar dagar baka tey kaku, og aðrar dagar hegna tey. Tær siga, at tær visti ikki heilt, hvat tey gjørdu her áðrenn, bara eitt sindur. Fólkini her í Dímun eru fitt, og vit hava altíð okkurt at gera.







