Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Estetiskur fimleikur

Norðlýsið

Steypa KUBB-Kapping í KÍ høllini komandi vikuskifti. 17 lið hava meldað seg til.

KÍ høllin verður karmur komandi vikuskiftið 27. og 28. januar fyri fyrstu kappingin í estetiskum fimleiki í ár. 17 lið hava meldað til.

Ljósið og Havnar Fimleikafelag úr Havn og Støkk av Glyvrum.

Leygardagin kappast smágentur við 6 liðum og kvinnur við 3 liðum.

Sunnudagin kappast pinkur við 5 liðum og gentur við 4 liðum.

Lið frá Klaksvíkar Fimleikafelag verða gestalið báðar dagarnar.

Kappingin byrjar báðar dagarnar kl. 14.00 og endar við heiðursmerkja-og steypa handan.
Frásøgufólk verður Karina Nolsøe.

Hetta er á fyrsta sinni, at Fimleikasambandið skipar fyri kapping í estetsikum fimleiki í Klaksvík. Og vit eru sera spent at royna hetta, serliga eftir at vit fyrr í hesum mánaði vóru og vitjaðu venjararnar hjá Klaksvíkar Fimleikafelag, og kunnaðu tey um tann estetiska fimleikin. Hetta er ein liður í at fáa fleiri feløg við í kappingunum, so spenningurin verður enn størri, enn hann er í dag.
Vit eru vitandi um, at Klaksvíkar Fimleikafelag hevur nógvar ungar góðar fimleikarar. Á fundinum vóru venjararnar sera spentir at royna hendan møguleikan. So hvør veit kanska síggja vit Klaksvíkar Fimleikafelag komandi kappingarár við tveimum ungum liðum, ímillum 8 og 13 ár.
So sjálvandi skuldi kappingin verða í Klaksvík! Nú kunnu venjarar, fimleikarar, avvarandi og vónandi nógvir áskoðarar uppliva henda flotta fimleikin life.-

Eins og aðrastaðni hevur Klaksvíkar Fimleikafelag hallartrupulleikar, tað er ikki nakað sum Fimleikasambandið fær hjálp teimum við. Men vit vóna, at tey finna eina loysn, so hetta ynski hjá teimum ikki dettur niður fyri.

Atgongumerkir fáast við dyrnar 1 tíma áðrenn kappingin byrjar.

Kostnaður kr: 60,00 fyri vaksin og kr. 10,- fyri børn.
Vit ynskja okkum og Klaksvíkar Fimleikafelag góða eydnu.-

Við fimleika kvøðu
Føroya Fimleikasamband
Katrin Abrahamsen.
Email. skat@kallnet.fo, ella katrin.abrahamsen@foroyabanki.fo

Harleywoodpaint