Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eta grind og spik í Murmansk

John William Joensen

Í dag var tvífaldur føðingardagur umborð á Skálabergi. Hans Jakki Joensen gjørdist 20 ár og Aksel Eliasen fylti 23 ár.

(Red: Myndina av kavamanninum umborð á Skálabergi hevur Tórður Lervig tikið.)

Við sínum 325 túsund íbúgvum er Murmansk størsti býur í heiminum, sum er norðan fyri polarsirkulin. Um veturin kann kuldin koma niður á 39 kuldastig og hóast talan er um størsta havnabýnin í norður Ruslandi, so er ikki nógv at síggja, skulu vit heilsað frá manningini á Skálabergi.

Føðingardagur
Fyri løtu síðan høvdu vit Hans Jakka Joensen, abbasonur Hans Jakka hjá Dáva, í telefonini og lagið var gott.

– Tað hendir ikki tað stóra í løtuni. Summir av monnunum sova leingi meðan aðrir fáa tíðina at ganga við at spæla kort. Flestu sita tó framman fyri teldurnar á kamarinum, men allir møta upp til máltíðirnar.

– Í dag var tvífaldur føðingardagur umborð. Sjálvur fylti eg 20 ár og Aksel Eliasen gjørdist 23. Dagurin var hildin við einum fram úr góðum døgurða – Grind og spik.

– Til náttura fingu vit oksamørbrand við flødaeplum og shampionsós. Eisini fingu vit kaka og bollar, so maturin feilar einki.

– Annars sita vit fyri tað mesta og práta og sum skilst sleppa vit heim leygardagin. Landið síggja vit sera lítið av – tað er bara ljóst frá kl. níggju til middags.

– Men tað merkist væl at mennirnir eru farnir at troyttast. Vit vóru jú á veg heim – og nú liggja vit fyri akker og tað hevur verið sera drútt, sigur Hans Jakki úr Murmansk.

Hann letur annars heilsað – menn hava tað gott – men teir eru farnir at leingjast heim.