Tað vit uppliva í løtuni og eru vitni til í dag, er ikki nakað sum er íkomið eftir einum degi. Hetta er ein avleiðing av einum ráki í samfelagnum, sum nú hevur vart í meira enn eina hálva øld.
Sum skrivað stendur: “Eitt sindur av súrdeiggi súrgar alt deiggið.” Tað letur til, at alt deiggið nú er vorðið súrgað. Ein sak, sum var lítil at byrja við, hevur nú fingið breiða undirtøku í samfelagnum.
Tað er altíð nemt at tosa um borgarlig rættindi til ein kúgaðan minnilutabólk í samfelagnum, mannarættindi, javnrættindi, forboð ímóti at diskriminera osv. Hvør kann hava nakað ímóti tí?
Vit kunnu ikki øll, hvør í sínum lagi, rópa upp um borgarlig rættindi, alt eftir hvat ein sjálvur heldur vera rætt. Hetta kann ikki standa einsamalt, men má síggjast í einum størri samanhangi. Um vit ikki hava hetta fyri eyga, fáa vit borgarligt kaos, og tað verður trupult at stýra landinum. Hetta er orsøkin til at vit hava lógir, sum t.d. Gundlógina.
Í málum, sum ikki eru partapolitisk, kunnu persónar sjálvandi frítt og opið argumentera fyri sínum egnu persónligu og privatu sjónarmiðum í t.d. einum valstríði. Men ta løtu hesi mál gerast partur av eini partapolitiskari semju og avtalu, so má hetta vera tað sum kemur fremst. Hetta er fundamentalt og grundleggjandi fyri eitthvørt fólkastýri. Álit og loyalitetur er eitt minstakrav, vit eiga at seta til teir persónar, sum skulu stýra okkara landi. Vit kunnu ikki brúka ryggleysar persónar, sum lata seg stýra av kenslum og atkvøðutølum, alt eftir sum vindurin blæsir, og umbera seg við, at hetta stríðir ímóti teirra innastu sannføring og samvitsku. Hetta er at seta egin áhugamál yvir tað sum gagnar heildini. Hetta kann bert føra til anarki og kaos.
Etikkur er at vera ímóti øðrum, sum vit vilja, at onnur skulu vera ímóti okkum. Lógin um sammøður er hvørki etisk ella rættvís yvirfyri børnunum. Eg sigi fyri mín part, eg vildi so avgjørt IKKI veri í tí støðu, at eg skuldi vaksa upp undir slíkum umstøðum. Hetta er at gera lógir, sum seta áhugamálini hjá foreldrunum yvir vælferina hjá børnunum. (Hetta er júst alt tað, sum eyðkennir eitt heiði og gudleyst samfelag.)
NEI, vit hava IKKI fingið eitt meiri rúmligt samfelag! NEI, vit hava IKKI fingið eitt meiri tolerant samfelag! NEI, hetta hevur einki við javnrættindi at gera! Hetta er alt ein stór misskiljing og ein stór villleiðing! Haraftturímóti hava vit fingið eitt meira politiskt óstabilt og óstýriligt samfelag. Tað gongur sjón fyri søgn í dag.
Tað, at vit ikki kunnu treingja ígjønuum og fáa gehør fyri, at alt hetta stríðir ímóti øllum sunnun fornufti, at hetta er beinleiðis ólogiskt og at avnokta verðunleikan, og at hetta gongur beint ímóti náttúruni sjálvari, er alt eitt tekin um, at mótparturin IKKI VIL vita sannleikan.
Teirra argument eru øll ein umbering fyri eini fjaldari agenda, sum er at avkristna okkara land og rudda vegin fyri Antikrist!




