Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

EVANGELISKIR FUNDIR Í DANSIFRØI Í HAVN

Poul Jóhan Djurhuus

Komandi vikuskifti, leygarkvøldið og sunnukvøldið 25. -26. februar, skipar Svenning av Lofti fyri evangeliskum fundum í hølunum hjá Dansifrøi í Havn. Leygarkvøldið kl. 20:00 og sunnukvøldið kl. 19:00.

– við nógvum sangi

Dansifrøi er stórur bygningur á ítróttarøkinum í Gundadali, beint niðanfyri Ítróttarhøllina. Har eru góðir parkeringsmøguleikar á nýggja parkeringsøkinum eystanfyri ítróttarhøllina.

Sangluttøka verður m.a. við Ebenezerkórinum, Bárur Tindskarð, Eyðun Jacobsen, Heina Lützen, Svein í Prestgarði og M.C. Restorff. Til felagssangin koma Harmonikuvinirnir at spæla.

Svenning av Lofti sum samskipar møtini, kemur at tala bæði kvøldini. Svenning sigur annars í tíðindaskrivi, at hann roknar við góðari undirtøku og øll eru hjartaliga vælkomin.

Harleyfacadeacryl