Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Evangeliskt sangmøti í Hermon í Norðdepli 2. jólakvøld kl. 18

Jóhann Lützen

2. jólakvøld verður eitt evangeliskt sangmøti í Hermon í Norðdepli við góðum felagssangi,

 

 

Kvartettin í Betesda fer at syngja, og evangeliið verður at hoyra.  

Tað var longu í 1968, at Kvartettin í Betesda byrjaði at syngja, og síðani hevur hesin sangbólkur verið virkin og er tað enn í dag.

Hóast hesir royndu sangarar ikki eru heilt ungir longur, so venja Steinbjørn O. Jacobsen, Gerhard Tróndheim, Sámal Johannesen og Oddmar Marsten framvegis regluliga, og ferðast kring landið við sangum um gleðiboðskapin, sum ber av øllum.  

2. jólakvøld vitjar kvartettin samkomuna Hermon í Norðdepli saman við tónleikarunum, sum eru undir leiðslu av Jógvani Mortensen.  

Kvartettin letur heilsa, at teir vóna at síggja mong í Hermon 2. jólakvøld kl. 18 – hjartaliga vælkomin.

 

Harleyfacadeacryl