Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Evangeliskur tónleikur fyri allar pengarnar

John William Joensen

Kvartettin í Betesda gjørdi rættuligt com-back frammanfyri gott 1000 áhoyrarum

… Tá ið sól er og tá skuggarnir tyngja….. við Steinbjørn, Oddmar, Árna og Sámal rungaði aftur í høllini, júst sum fyri góðum 30 árum síðan.
Umskilda eg eri eitt sindur litaður, men hetta var absolutt eitt av hæddarpunktunum hjá mær, tí tá man hevur liva saman við og kennir mennirnar so kann ein ikki annað enn fegnast um sangin.
Steinbjørn er ein tann besti og mest musikalski tenorurin sum er her á landi, Árni hevur skrivað hundratalssangir, kórverk, og er primusmotor, Sámal í Kunoy er sangarin við glasstemmuni, tvs. ein sera fín stemma sum eisini rakar teir høgu tónarnar. Og so Oddmar – Føroya besti basssangari.
Eg havi eina áheitan á kvartettina – fari í studio við eins góðum tónleikarum sum tit høvdu í KÍ høllini, og spæli teir góðu gomlu slagararnir inn av nýggjum. Tað er freistandi at uppfríska tær gomlu upptøkurnar, men eg haldið at tit ístaðin áttu at sungið og spælt alt inn av nýggjum, og saman við nýggjum tilfarið høvdu tit havt eina fantastiska fløgu – ja kanska eisini ein DVD.
– Ná men nú má steðga á og venda til Russ og Lyndu, sum vóru komin alla tað longu leið úr USA.
Saman við framúr góðum kórsangarum og tónleikarum var konsertin, stuttsagt ein stór uppliving.
– Hóast Russ ikki longur er ungur, og hann undan konsertini hevði trupuleikar av forkølisið so livdi hann full upp til leiklutin sum sangarin sum hevur vunni Grammi virðisløn fyri besta sangara, millum eina mongd av øðrum heiðurslønum.
– Russ Taff við síni hørðu rock – jass, stemmu fekk høllina í kók. – Hann er stutt sagt tann villasti pinsurin eg enn havi sæð, og harafturat hevði hann ein sera beinraknan boðskap.
– Harafturat er hann baði songskrivari og lagasmiðjur og tað telur ikki niður.
– Lyndan Randle við síni djúp rødd er ein stjørna av teimum heilt stóru, og henara inniliga og meistarligu tulkingar vóru ektaðar og hon hevði røddina sum fingu tónarnar at rista seg í hjørtuni.
– Alt í alt var konsertin sera væl eydnað og tað var tónleikur í heimsklassa sum vit fingu at hoyra í okkara kæru gomlu KÍ-høll.
– Russ Taff nevndi eisini at enda at hann kundi ynskt at fingið orkestri og kóri við til Nashville og tað er eingin ivi um at hann meinti hetta.

Harleywoodpaint