Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Everton gjørt kvettið

Jákup Ósá

Romelu Lukaku hevur gjørt sáttmála við Everton.

Ensku miðlarnir skriva, at Everton í dag hevur gjørt kvettið, nú tað hevur eydnast teimum at keypt belgiska landsliðsleikaran Romelu Lukaku frá Chelsea.

Lukaku hevur verið nógv eftirspurdur, men tað bleiv Everton sum vann slagið um at fáa hann frá Chelsea. Seinasta kappingarár leigaði Everton Lukaku úr Chelsea.

21 ára gamli Lukaku hevur skorað nógv mál í Premier League. Í 2012/13 skoraði hann 17 mál í 35 dystum fyri WBA og í fjør skoraði hann 15 mál í 31 dystum fyri Everton. Frammanundan hevur Everton keypt Gareth Barry, sum kom ókeypis frá Manchester City, og Mohamed Besic úr Ferencvaros.