KÍ venjarin hevur roynt fleiri ungar leikarar á besta KÍ-liðnum og fyri hesar ungdómar er tað ein stór uppliving at koma á 1. lið.
Vit settu einum av hesum ungu monnunum stevnu og hóast hann ikki hevur spælt nógv i ár, so hevur hann longu skorða mál í bestu deildini.
Men hóast evnini eru til at náa bestu deildina so er hetta ikki nóg mikið til at gerast ein av teimum 11, sum byrja inni á besta liðnum. Til tess krevst tolsemið, áhaldni og íðinskapur, tí tað kann ganga rúm tíð til møguleikin kemur.
Julian Samuelsen á 1.deild
Hann er 17 ára gamal, sonur Jóhann og Miu Samuelsen, eigur tvey systkin, Sigrid 20 ár og Rakul 6 ár. Hann er ein typiskur ungur KÍ leikari sum nú hevur rætta aldurin til at royna seg á fremsta liðnum. Evnaríki leikarin eitur Julian Samuelsen og hann greiður frá at tað hevur verið spennandi at verið í 1.deildarhópinum í ár.
– Í fjør royndi eg meg sum rógvara á Fípuni og leikti tí einans í seinru hálvu við unglingunum hjá KÍ. Eg slapp at royna meg við 2. deild í dysti móti B36 í Klaksvík og eftir tann dystin leikti eg so eisini við 2.deild.
– Í ár byrjaði eg so fyri fyrstuferð at venja við 1.deildarhópinum.
– Eg hevði ikki vantað at fingið møguleikan í ár, men í fyrsta dystinum í kappingini um løgmanssteypið móti FSV í Sandavági fekk eg møguleikan.
– Vit vóru á odda 2-1 og i 90. minutti vóru boð eftir mær.
– Venjarin greiddi frá at hann ætlaði at gera eina útskifting fyri at dríggja tíðina og biðjur meg bara renna so nógv sum gjørligt teir tveir minuttirnar sum vóru eftir av dystinum.
– Beint eftir at eg eri komin á vøllin fái eg eina fríspæling og tá eg nerti fyrstuferð við bóltin sendi eg hann í málið til 3-1.
Ikki nógva leiktíð
Hóast Julian er við í hópinum so hevur ungi leikarin einans leikt einar 50 minuttir tilsaman higartil í ár.
Julian er tó skjótur at undirstrikað at hann, hóast lítlu leiktíðina hevur skorða ikki færri enn tvey mál. Hann skorði jú til 6-0 í returdystinum móti FSV í Klaksvík
– Eg eri einsamallur í yngra endanum og tað er kanska eitt sindur keðiligt, men stemningurin í hópinum er góður. Teir eldur leikararnir halda kanska meiri saman og tað eru kanska nógvir sum ikki siga so nógv. Eisini skal ein leggja rygg til ikki sørt av skotum frá teimum eldru, men tað hoyrir bara til.
– Sum yngsti leikari í hópinum havi eg saman við øðrum í yngra endanum ymiskar uppgávur. M.a. skulu vit hjálpa til við at savna amboð saman eftir venjing.
Fingið sukursjúkuna
Fyri tveimum vikum síðani bleiv Julina innlagdur á sjúkrahúsið tí hann var, troyttur í øllum kroppinum.
– Eg var troytur eftir venjing, og fekk krampa í baði armar og bein. Tað einuferðina var eg farin í Biograf saman við vinmonnum tá eg bráddliga fekk krampa í bæði beinini.
– Eg hevði mistanka um at alt ikki ruggaði rætt og tá eg so bleiv innlagdur á Klaksvíkar Sjúkrahús og kannaður fekk eg staðfest at eg havi Sukursjúkuna.
– Satt at siga so hevði eg roknað við hesum, men sambart læknanum er tað eingin trupuleiki at halda fram við ítróttini.
– Tá eg greiddi venjaranum frá hesum var hann skjótur at stuðla mær. Hann fekk meg í samband við Odd Færø, sum eisini var heilt ungur tá hann fekk staðfest sjúkuna og teir hava stuðla mær sera nógv.
– Sjúkan krevur at eg skal liva sunt og tað passar sera væl saman við fótbóltinum.
Læknarnir siga at eg skal venja nógv so eg trúgvi ikki at sjúkan sum so kemur at hava ávirkan á fótbótlsspælið.
Sær reytt
Seinasta vikuskifti hendi nakað sum ikki eigur at henda, men sum álíkavæl hendir sera ofta í fótbólti. Ein leikari misti høvdið og hesuferð var tað ungi KÍ leikarin Julian Samuelsen.
– Í unglingadystinum hendi nakað, sum eg eri sera keddur um. Tað hevur gingið sera illa hjá okkum í ár og tá tað so heldur ikki gekk eftir vild í hesum dystinum bar av.
– Frank Joensen, sum er liðfelagið hjá mær, fær reyða korti og í hesum sambandi verður áfast millum onkrar leikarar.
– Í hesum meldrinum missi eg høvdið og skalli ein mótstøðumann.
– Hetta er nakað sum ikki má henda og má eg siga at eg angri tað so inniliga.
– Eg hugsi í heilum aftur á hesa hending, sigur Julian og suffar.
Julian sigur, at hann tordi ikki inn í umklæðingarrúmið hjá mótstøðuliðnum at biðja um umbering, tí tað leikaði hart á eftir dystin, men nú bíðar hann eftir dómi frá kappingarnevndini hjá FSF, sum óivað fer at geva Julian leikbann í tveir-tríggjar dystir.
Hugagóður at venja
Ungi KÍ arin er tó ikki í iva um at hann ætlar sær at halda fram við fótbólti.
– Mær dámar væl at venja og venjarin er sera góður. Harafturat eri eg eisini úttikin til venjingarlegu hjá U19 landsliðnum so tað gleði eg meg til.
– Hóast mær dámar best at spæla offentsivur á miðvøllinum ella í álopinum so eri eg ikki kræsin tí eg takið av teimum plássum sum venjarin velur at brúka meg.
Julian hevur góðar vónir til KÍ í ár.
– Eg haldi at KÍ hevur eitt sterkt lið og mítt boð er at vit verða millum trí tey fremstu liðini í ár.
Julian er ikki einasti unglingaleikarin sum hevur verið við á 1.deild í ár.
Otto Jacobsen og Frank Joensen hava eisini lukta til 1.deild, men enn er eingin av teimum komin á liði.




