Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Evnisdagur í Missiónshúsinum í Hvalvík

Oliver Joensen

Felagið "Agape" og Kirkjuliga Heimamissiónin skipa fyri evnisdegi í Hvalvík undir evninum "Kristni felagsskapurin".

Leygardagin 17. mars skipa felagið ”Agape” og Kirkjuliga Heimamissiónin fyri evnisdegi í Missiónshúsinum í Hvalvík við evninum ”Kristni felagsskapurin”.

Umrødd verður m.a., hvat ein meinigheit er, hvørjir dynamikkir eru til staðar, hvat byggir upp og hvat brýtur niður, hvussu fáa øll at virka sum eitt toymi og hvussu loysa konfliktir.

Undirvísari verður Steen Palmqvist, psyko- og familjuterapeutur.

Dagurin byrjar við morgundrekka kl. 9.30 og heldur fram til kl. 17.00.

Kostnaðurin er 200kr (íroknað døgurða).

Tilmelding á Heimamissiónsskrivstovuni (470000 / hm@mission.fo) í seinasta lagi 13. mars.

Harleyfacadeacryl