Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Evrard Blé heldur ikki fram í B36

Jákup Ósá

Evrard Blé verður ikki í B36 í 2014.

Evrard Blé verður ikki í B36 í 2014.

Evrard Blé byrjaði kappingarárið í ár hjá uppflytarunum 07Vestur. Men í summarsteðginum skifti hann til B36. Har spældi hann 12 dystir. Men nú er greitt, at Evrard Blé heldur ikki fram í B36. Tað váttar hann fyri Norðlýsinum í stuttari viðmerking. Hann sigur, at hann hevur virðing fyri B36 og heldur tað vera eitt fantastiskt felag.

Blé sigur, at hann er í sambandi við fleiri feløg, men at eingin sáttmáli nærkast enn.

Evrard Blé hevur áður spælt við VB, VB/Sumba, AB og Víkingi umframt 07Vestur og B36, har hann hevur verið í ár.