Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Evy Jacobsen er nýggjur nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag

Jóhann Lützen

Jón Sigurdsson heldur fram sum formaður og Høgni Hansen sum næstformaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Á aðalfundinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag týsdagin vóru Jón Sigurdsson og Høgni Hansen afturvaldir í nevndina. Árni Ellefsen fór úr nevndini og Evy Jacobsen, stjóri í P/F Betri, varð vald inn sum nýggjur nevndarlimur.

Á aðalfundinum var fyrsta burðardygdsfrágreiðing felagsins løgd fram. Til ber at lesa frágreiðingina her: 
FAG Fragreiding Um Burdardygd 2024

Ársfrágreiðingin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag kann lesast her: 
FAG Arsfrasøgn 2024