Stjórin á Landsverk, Ewald Kjølbro, sigur at hann hevur trupult við at fylgja argumentatiónini hjá landsstýrismanninum í samferðslumálum, Henrik Old, sum í Degi og Viku vísti uppskotini hjá Landsverk um alternativa fígging av undirsjóvartunnlunum frá sær.
Stjórin á Landsverk, Ewald Kjølbro, sigur at hann hevur trupult við at fylgja argumentatiónini hjá landsstýrismanninum í samferðslumálum, Henrik Old, sum í Degi og Viku vísti uppskotini hjá Landsverk um alternativa fígging av undirsjóvartunnlunum frá sær.
– Tað sum vit siga er at verður verandi skipan við bummgjaldið tikin burtur og skuldarfríu undirsjóvartunnlarnir lagdir undir Landsverk at reka, eru nógvir pengar at spara.
– Fyri tað fyrsta verður kostnaðurin av umsiting, spardur vekk, og harafturat útreiðslur til lisensir og viðlíkahald av sjálvari gjaldskipanini, sum er umleið hálv millión arliga, spard burtur.
– Harafturat hevur Landsverk stórrakstrar fyrimunir, sum tunnilsfeløgini ikki hava. Vit kunnu garantera, at vit kunnu keypa tænastur frá undirveitarum munandi bíligari enn tunnilsfelagið megnar, tí Landsverk hevur sum ein stórfyritøka serligar avtalur.
– Tí er púra greitt at fíggjarligu fyrimunirnir við at lata Landsverk yvirtaka raksturin av undirsjóvar tunnlunum eru eyðsýndir.
– At landsstýrismaðurin ikki hevur álit á politisku skipanini havi eg onga viðmerking til, men kann bara vísa á at við verandi skipan fer brúkarin at rinda í minstalagið 40 oyru til umsiting hvørjaferð ein króna skal krevjast inn til viðlíkahald av undirsjóvartunnlunum. Tað halda vit ikki verða haldbart og vit eru ikki í iva um at tað hevði Landsverk klára munandi betri.
LANDSVERK: Tíðin búgvin til øðrvísi fígging av almennum bygningum og vegakervinum
Í ársfrágreiðingini 2016-2017 hjá Landsverk, mælir stovnurin ikki einans til at broyta fíggingina av viðlíkahald av teimum 11 km av undirsjóvartunnlum, sum eru bygdir í Føroyum, men at broyta fíggingarhátt av teimum næstan 500 km av vegum og tunnlum sum liggja undir landsmyndugleikunum og øllum almennum bygningum í Føroyum.
Landsverk skrivar:
Rakstrarfíggingin av infrakervinum og almennum bygningum hevur altíð verið beinleiðis partur av løgtingsfíggjarlógini. Trupulleikin við hesi skipanini er, at játtanin stendur ikki mát við rakstrar– og viðlíkahaldstørvin, tí samlaða játtanin í frægasta føri antin stendur í stað ella minkar ár um ár. Heilt galið sær roknistykkið út, tá prísvøksturin í samfelagnum verður tikin við í myndina, samstundis sum tað á infrakervinum verða fleiri kilometrar av vegi at viðlíkahalda, eins og bæði nýggir tunlar og bygningar leggjast afturat. Meira enn nakrantíð er tíðin búgvin at taka alternativar fíggingarhættir í brúk. Landsverk vísir her á nakrar møguleikar, har vantandi fíggingin kann heintast inn aðrastaðni enn á fíggjarlógini.
Við teimum upphæddum, ið seinastu árini eru settar av til at reka og viðlíkahalda infrakervið og almennar bygningar fyri, er ómøguligt at fáa samlaðu rakstrarjáttanina at røkka til. Longu í ársfrágreiðingini í fjør vísti stjórin á Landsverki á, at neyðugt er at hugsa nýtt, tá ræður um fígging av viðlíkahaldi og rakstri av bæði infrakervi á landi og teimum almennu bygningunum, ið Landsverk vegna landið varðar av.
Umframt leypandi viðlíkahald skal heintast inn eitt stórt eftirsleip, ið bara veksur ár undan ári, so leingi neyðugur peningur ikki verður fingin til vega. Samlaða eftirsleipið á landsvegakervinum er í løtuni mett at vera umleið 375 mió. krónur. Hetta svarar til 8,5 ferðir árligu rakstrarjáttanina, meðan hini Norðurlondini liggja millum 1,2 og 2,6 ferðir árligu rakstrarjáttanina. Sostatt hava Føroyar upp í sjey ferðir størri eftirsleip enn tey londini, vit samanbera okkum við. Landsverk metir, at við eini játtan, sum er 30 mió. krónur hægri enn í dag, ber til at halda stand.
– Sum avvarðandi stovnur av stórum parti av ognum landsins, er tað bæði mín uppgáva og skylda at vísa á hesar trupulleikar, men samstundis peika á loysnir, ið liggja beint við hondina.
Støðan við eftirsleipi stendur við og versnar, og tí mugu aðrir fíggingarmøguleikar fyri rakstur og viðlíkahald roynast, sigur
GJALD Á TUNLAR
Tað eru fleiri øðrvísi møguleikar at fíggja og reka landsvegakervið uppá. Eitt nú ber til at leggja gjald á allar tunlar og ikki bert undirsjóvartunlar. Eitt slíkt gjald fyri bæði land- og
undirsjóvartunlar kundi verið munandi lægri, enn tað longu er bara fyri undirsjóvartunlarnar, tí við eini slíkari skipan hevði brúkarafjøldin verið munandi størri.
Einki er heldur til hindurs fyri at seta upp fleiri gjaldsstøðir aðrastaðni enn í dag, ið krevja inn frá øllum bilum. Tað kann vera skilagott, at gjaldsstøðirnar ikki bert standa við tunnilsmunnarnar.
Orsøkin er, at tað kann vera freistandi hjá bilførarum at velja onkrar av gomlu og minni tryggu farleiðunum, har til ber at sleppa undan gjaldi. Eitt nú Leirvíkarvegin og vegirnar um Hovsegg og um Hestin til Sumbiar, ið ikki eru eins tryggir at koyra á sum ígjøgnum tunlarnar.
Til ber eisini at gera eina meira samhaldsfasta skipan, har hvør bilur til dømis bert rindar eina ferð um dagin, tá koyrt verður gjøgnum eina gjaldsstøð, meðan restin av gjaldsstøðunum verða ókeypis at koyra ígjøgnum tann sama dagin. Hetta er eitt slag av fastgjaldsskipan. Ein onnur loysn kundi verið at sett loft á, hvussu nógv verður rindað um dagin. Til dømis við ongantíð at lata gjaldið fara upp um 50 krónur um dagin, óansæð hvussu nógv ein koyrir.
BYGNINGAR
Stjórin á Landsverki heldur, at tíðin eisini er komin at taka alternativar fíggingarhættir í brúk í sambandi við viðlíkahald av bygningum undir landinum, sum eins og infrakervið verða afturúrsigldir og forfella. Um bygningarnir vórðu fluttir til Landsverk at umsita, raðfesta, reka og krevja inn leigu fyri, er møguleiki fyri altíð at halda teir í ráðiligum standi (meira um hetta evnið aðrastaðni í hesi ársfrágreiðing).
– Í dag er tað soleiðis, at stovnar og aðrir almennir leigarar ikki rinda leigu í teimum bygningum, sum landið eigur. Hinvegin rinda eitt nú Landsverk og aðrir almennir stovnar leigu, har onnur enn landið eiga bygningarnar.
Eitt nú til privatar útleigarar. At munur soleiðis verður gjørdur á, um alment virksemi heldur til ókeypis í einum almennum bygningi ella hjá øðrum útleigara, er eisini beinleiðis kappingaravlagandi, heldur stjórin á Landsverki.
Samanumtikið kann sigast, at seinasta uppgerðin hjá Landsverki vísir, at bara fyri at steðga forfallinum og halda stand á landsins bygningum og á infrakervinum, er neyðugt at hækka játtanina upp í 122 mió. krónur. Við verandi 63 mió. krónum er upphæddin sostatt bara stív helvtin av eini hóskandi játtan.
FAKTA
Fyri at fáa fígging til vega til rakstur av landsvegakervinum kunnu niðanfyri standandi fíggingarhættir brúkast. Hvør sær geva hesir umleið 30 mió. krónur í inntøkum:
Gjaldstunlar (5 støðir) 6,20 kr. fyri hvørja gjøgnumkoyring
Gjaldsstøðir (7 støðir) 4,80 kr. fyri hvørja gjøgnumkoyring
Hækking av brennievnisavgjaldi 0,82 kr. liturin
Hækking av vegskatti 1.111 kr. fyri hvørt akfar
Avgjald á útlendskar bilar 7.500 kr. fyri hvørja vitjan
Avgjald á útlendskar gistingar 260 kr. fyri hvørja gisting
Hækking av ferðafólkaavgjaldi 187 kr. fyri hvørt ferðafólk
Avgjald á billeigu 857 kr. fyri hvønn billeigudag
Sum tað sæst á omanfyristandandi, eru nøkur gjøld rættiligaóhugsandi. Eitt nú at lata útlendskar bilar einsamallar fíggja einaeyka játtan til rakstur av infrakervinum. Rættari er helst, at gera einaskipan, sum er samansett av ymsum avgjøldum.
Til dømis:
Hækking av brennievnisavgjaldi 0,25 kr. liturin
Hækking av vegskatti 500 kr. fyri hvørt akfar
Avgjald á útlendskar bilar 100 kr. fyri hvørja vitjan
Hækking av ferðafólkaavgjaldi 50 kr.fyri ferðafólkið til landið
Ella bara at hildið fast við verandi avgjaldskipan til ferðslu og bilar við at dagføra hesi gjøldini:
Hækking av brennievnisavgjaldi 0,50 kr. liturin
Hækking av vegskatti 500 kr. fyri hvørt akfar
Við at seta hetta í verk høvdu vit framhaldandi havt eitt bæði væl rikið og væl viðlíkahildið landsvegakervi.
FAKTA
Játtan Eftirsleip Hóskandi játtan
Vegir, tunlar og brýr 42 375 72
Almennir bygningar 21 279 50
Tilsamans 63 654 122
(mió. krónur)
LES MEIRA HER




