Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eyðgunn annar varaborgarstjóri

Oliver Joensen

Á býráðsfundinum í annaðkvøld, sum er fyrsti regluligi býráðsfundurin hjá nýggju samgonguni, fer býráðið at velja fólk í nevndir.

Sum Norðlýsið skilir, so verður tað Eyðgunn Samuelsen, ið verður vald sum 2. varaborgarstjóri. Jákup Mikkelsen er valdur sum varaborgarstjóri og afturat honum skal veljast ein 2. varaborgarstjóri, sum minnilutin eigur.
Minnilutin í býráðnum er eftir øllum at døma samdur um at velja Eyðgunn Samuelsen, ið eftir tí má sigast at hava vunnið sær sess sum fremsti talsmaður hjá minnilutanum.