Landstýriskvinnan í almannamálum segði undir viðgerðini av fólkapensjónini, at tað var ikki hon, ið avgjørdi, at viðgerðin av hesum málinum skuldi vera mitt á nátt. – Eg havi langt síðani lagt uppskotið fram og fyrr í kvøld vóru 33 tingfólk fyri, at víkja frá tíðarfreistini. Eg kann sláa fast, at eg havi onga ávirkan á, nær hetta verður viðgjørt og kundi gott viðgjørt tað eitt annað tíðspunkt, segði Eyðgunn Samuelsen, ið eisini vísti á týdningin av einari nýggjari skipan av fólkapensjónini.




