Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur fingið svar upp á § 52a fyrispurning sín til landsstýrismannin í Almannamálaráðnum, Sølvit Nolsø.
Løgtingskvinnan spurdi, um nøkur ætlan er um, í samráð við og eftir ynski frá kommunum, at hækka viðbótina fyri at ansa eldri og óhjálpnum persónum?
Harafturat spurdi hon eisini, um hvussu nógv er ætlanin at hækka samsýningina, og nær er ætlanin at seta hækkingina í gildi?
Í seinastalagi spurdi hon eisini, um nøkur ætlan er um at endurskoða treytirnar fyri at gerast ansari?
Sølvit Nolsø, almannamálaráðharri, vísur í svari sínum á, at eftirmetingin av lógini um heimatænastu, eldrarøkt v.m., lógini um kommunalt samstarv og fíggjarleistinum varð liðug beint fyri jól í 2021.
Í partinum um lógina um heimatænastu, eldrarøkt v.m., hevur arbeiðsbólkurin viðgjørt ansingarsamsýning til persónar, sum átaka sær at ansa fólkapensjónisti, sum hevur tørv á røkt og hjáveru. Hetta er ein veiting, sum kommunurnar kunnu veita, tær eru ikki álagdar at játta hesa veiting. Øll samstarvsøkini veita ansingarsamsýning, men tað eru ikki nógvar umsóknir um hesa veiting og víst verður á, at tørvur er á at hækka samsýningina.
Arbeiðsbólkurinmælir til,at skipanin við ansingarsamsýning verðurendurskoðað. Landsstýrismaðurin fer í næstum at umrøða ansingarsamsýninginasaman við kommununum, bæði hvat viðvíkur upphæddini og treytunum fyri at gerast ansari.
Enn er ov tíðliga at siga, hvussu nógv ansingarsamsýningin fer at hækka, og nær broytingarnar koma í gildi. Hetta verður gjørt í samráð við kommunurnar, sigur landsstýrismaðurin.



