Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eyðgunn spyr um ferðing hjá bólkum við bygdaleiðum

Eyðgunn Samuelsen

Mannagongdin um t.d ein bólkur av barnagarðsbørnum fór ein túr til Havnar við bygdaleiðum, hevur verið tann, at viðkomandi stovnur boðaði SL frá 2 dagar frammanundan, nær bólkurin skuldi við Bygdaleiðum og hvussu nógv ferðandi tað snúi seg um. Síðan kundi stovnurin nýta Bygdaleiðir til vanligar treytir og vanligan prís (bólkaavsláttur)

Tí spyr Eyðgunn Samuelsen løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, Johan Dahl landstýrismann hesar spurningar:

1) Nær eru mannagongdirnar fyri ferðing hjá bólkum t.d barnagørðum og skúlum broytt ?

2) Er orsøkin til, at SL ikki longur hevur skyldu at økja kapasitetin til bólkar, sparingar ?

3) Er tað ein politisk og/ella fyrisitingarlig avgerð, at minka um flutnings skylduna Hjá SL ?

4) Metir landsstýrismaðurin at tænastan til bólkar er nøktandi ?

Viðmerkingar :

Mannagongdin um t.d ein bólkur av barnagarðsbørnum fór ein túr til Havnar við bygdaleiðum, hevur verið tann, at viðkomandi stovnur boðaði SL frá 2 dagar frammanundan, nær bólkurin skuldi við Bygdaleiðum og hvussu nógv ferðandi tað snúi seg um. Síðan kundi stovnurin nýta Bygdaleiðir til vanligar treytir og vanligan prís (bólkaavsláttur)

Í dag er henda mannagongd broytt soleiðis, at um ein stovnur ella skúli t.d skal eina útferð við 20 børnum, so ber ikki til at nýta Bygdaleiðir. Stovnurin má leiga sær ein buss. Umframt at hesin bólkur er útihýstur frá eini almennari tænastu, so er hetta eisini ein eyka fíggjarlig byrða, ið verður løgd á skúlar og stovnar.

Á heimasíðuni hjá SL verður sagt : ” Er kapasitetstrupulleiki á ynskta túri, kann SL finna annan túr til bólkin, ella avvísa møguleikan fyri, at bólkurin sleppur við ynskta túr. Og at : SL hava ikki skyldu til at økja um kapasitetin til bólkar, men skulu hesir gjalda fyri serflutning, um tey ikki vilja laga seg til tann avsetta kapasitetin”.

Skal ein leiga ein buss til 20 næmingar ella barnagarðsbørn, so er kostnaðurin fyri ein túr til Havnar úr, til dømis, Vágum, umleið 3000 krónur. Skal ein fara ein túr til Klaksvíkar er prísurin hægri og ferð ein, til dømis, ein túr í Sandoynna, so skal ein bussur leigast til Havnar og ein í Sandoynni. Hetta kann viðføra at økir í landinum verða vald frá, orsaka av kostnaðinum.

Tað er vanligt, at skúlar og stovnar fara námsferðir og, millum annað, nýta mentunnar tilboðini í høvuðsstaðnum og aðrastaðni í landinum, sum ein part av menningar tilgongdini hjá børnunum.

Broytta mannagongdin kann lættliga kosta einum stovni fleiri tíggjutals túsund krónur um árið. Tí er tað sannlíkt, at avleiðingin av broyttu mannagongdini hjá Bygdaleiðum verður, at hesi tilboð ikki longur standa børnum og næmingum ið boði, snøgt sagt tí, at stovnurin ella skúlin, ikki hevur ráð til hesa eyka útreiðslu.

Samgongan hevur sagt seg hava fleiri ætlannir um privatisering og útlisitering av almennum tænastum. Í hesum høpi er áhugavert at fáa at vita, um privatiseringar og útlisiteringar hava við sær, at vavi í almennu tænastuni gerst minni, ella avmarkandi í mun til ávísar borgarar.

Á løgtingi tann 6 september 2014

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna