Annika Olsen landstýriskvinna í almannamálum boðaði á várið 2013 frá í fjølmiðlunum, at hon ætlaði at taka stig til, at tillaga skipanina við fríplássum til barnaansing, sambært tilmælinum í heildarætlanini.
Annika Olsen landstýriskvinna í almannamálum boðaði á várið 2013 frá í fjølmiðlunum, at hon ætlaði at taka stig til, at tillaga skipanina við fríplássum til barnaansing, sambært tilmælinum í heildarætlanini.
Tí spyr Eyðgunn Samuelsen løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin hesar spurningar:
1) Ætlar landstýriskvinnan, framvegis, at tillaga skipanina við fríplássum ?
2) Hvussu langt er henda ætlan komin ?
3) Hvussu nógv metir landstýriskvinnan at ein tillaga skipan kemur at kosta ?
4) Er ætlanin at kommununnar skulu bera kostnaðin av hesi umskipan ?
Viðmerkingar :
Tá ið heildarætlanin viðvíkjandi fólkaflyting og fólkavøkstur var framløgd, í apríl 2013, boðaði landstýriskvinnan frá, í fjølmiðlunum, at hon ætlaði at taka stig til, at tillaga skipanina við fríplássum til barnaansing, sambært tilmælinum í heildarætlanini.
Sambært heildarætlanini er skipanin, sum hon virkar í dag, ein forðing fyri at einsamallir uppihaldarar arbeiða fulla tíð, tí skipanin eggjar ikki fólki at fara frá einum lægri løntum starvi til eitt hægri lønt starv.
Nevnt verður sum dømi, at ein persónur ið vinnur 19.000 krónur um mánaðin fyri skatt og fer upp í løn, til dømis við at skifta starv, til 26.500 krónur um mánaðin, so hækkar inntøkan við bert 250 krónum um mánaðin.
Sostatt kann henda skipan vera við til at fasthalda einsamøllum forsyrgjarum í eini láglønarstøðu.
Skipanin virkar soleiðis, at tey húski sum hava inntøkur lægri enn 240.000 krónur fáa fult frípláss á dagstovnum. Gjaldi fyri ansing hækkar stigvíst við hægri inntøkum, og tá ið inntøkan hjá húskinum er umleið 284.000 krónur, skal fult gjald rindast fyri at hava barn á dagstovni. Í roynd og veru eru tað serliga einsamallir forsyrgjarar, sum kunnu gera brúk av skipanini, tí eitt húski við tveimum inntøkum fara, vanliga, uppum ásetta markið fyri frípláss.
Samgongan hevur, javnt og samt, sagt seg vilja gera nakað við støðuna hjá teimum, ið eru láglønt og hjá teimum, ið onkursvegna kunnu vera í vanda fyri at enda í fátækaváða. Henda skipan, er serliga ein trupulleiki hjá einsamøllum forsyrgjarum, tað merkir óbeinleiðis, at teirra børn verða rakt av støðuni. Vit hava tøl, ið benda á , at 1300 børn liva í fátækaváða og tí kundu ein loysn á hesum ítøkiliga málið, verið ein partur av eini loysn, har bøtt verður um støðuni hjá børnum og teirra foreldrum.
Tað eru kommununnar, ið bera kostnaðin av skipanini við fríplássum, meðan landið ásetur inntøku mørkini. Tí hevur tað stóran týdning at vita, hvussu ætlanin er at fíggja eina møguliga dagføring av hesi skipan. Tað ber jú ikki til, áhaldandi, at leggja uppgávur til kommununnar og krevja at tær, einsamallar, fíggja øktu uppgávurnar.
Fyri at fáa at vita , hvat ætlanin hjá samgonguni er við skipanini við fríplássum í framtíðini, verða hesir spurningar settir.
Á løgtingi tann 6 september 2014
Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna




