Nú 2½ mánaði er farin síðan uppskotið til fíggjarætlan fyri Klaksvíkar Kommunu var samtykt og ongin systkinafrádráttur enn er settur verk
Nú 2½ mánaði er farin síðan uppskotið til fíggjarætlan fyri Klaksvíkar Kommunu var samtykt og ongin systkinafrádráttur enn er settur verk innan barnaansingina í Klaksvík, hevur undirritaða sent soljóðandi fyrispurning til Kommunusamskipan Føroya:
Fyrispurningur viðvíkjandi býráðssamtykt
Í samband við fíggjarlógina fyri 2008 samtykti Klaksvíkar býráð at seta í verk systkinafrádrátt í barnaansingini frá 1 januar 2009. Orsøkin til samtyktina var, at tað var ein partur av eini semju um at hækka skattaprosenti, so barnafamiljurnar fingu eina afturbering fyri skattahækkingina.
Henda samtykt er ikki sett í verk enn. Mín spurningur er:
a) ber til ikki at seta hesa samtykt í verk uttan nýggja býráðssamtykt
b) hvussu longi kann ein býráðssamgonga drála við at seta samtyktir í verk
b) um býráðið samtykkir ikki at geva henda frádrátt, ber til at gera samtyktina afturvirkandi ella hava foreldrini krav uppá hesa skipan fram til ein onnur samtykt avtekur fyrru samtyktina.
Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur.




