Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Eydna fekk bronsuplátuna av Nónhamri

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Vit í Áhugabólkinum Reynsmúli eru nú lidnir at rigga Helenu til at hon skal blíva brúkt til upplæringapláss á havsins botni á Borðoyarvík saman við M/b Reynsmúla, ið liggur har frammanundan.

Tað eru nú gingin júst 60 ár síðani, at Nónhamar bleiv bygdur á Skála skipasmiðju. Tað var tá J.F.Kjølbro, sum átti Skala Skipasmiðju og Handilsvirki Skála.

Skrásetijngar tilmeldingin er skrásett 11. juni 1964. Stovnararnir, ið hava undirskrivað skrásetingina av P/F Klakkur eru Herman Dahl, Kristoffer Klakkstein, Jaspur Klakkstein Jógvan A. Eliasen og John Richard Klakkstein.

Avgjørt varð at Eydna Klakkstein, dóttir stjóran á p/f Klakkur, John Richard Klakkstein skuldi fáa bronsuplátuna, ið sett var á skipið í 1964 og eitt petti av keysuni, sum bronsuplátan varð sett á.

Norðlýsið skrivar:

19. juni 1964, skrivar Norðlýsið millum annað, at Nónhamar fer av barkastokki í morgin kl. 11.30. Hann er 113 føtur langur og 24 breiður. Høvuðsmotorurin er 550 hk Juni Munktel og hjálparmotorarnir eru tveir Volvo Penta, Hvør 135 hk. Báturin er mettur at taka 110-120 tons av hemara og skipið kostar 1,74 millión. Báturin skal á hemaraveiðu, so skjótt sum hann er liðugur, tað verður um hálvan juli. Báturin skal eita Nónhamar og er fjórði nýbygningur á Skála Skipasmiðju; tann fimti hevur fingið kjølin strektan.

26. juni skrivar Norðlýsið aftur: Stór mannfjøld var komin saman í risahøllini á Skála, tá nýbygningurin hjá pf. Klakkur fór av barkastokki leygardagin. Úr Klaksvík varð Pride komin við eini 50 gestum, harímillum hornorkestrinum, sum setti dám á veitsluhaldi. Táið Evald Kjølbro hevði hildið røðu, varð báturin doyptur av Jóhonnu Klakkstein við hesum orðum:

Vit ynskja, at eydnan við tær er í fylgi, tá tú nú skalt ferðast um brimsøltu bylgju,

Nónhamar, navnið títt skal vera og vóna tú navninum heiður skalt bera.

Meðan hurrárópini rungaðu, gleið Nónhamar út á sjógv østi sjógvin upp í skúm og lyfti seg varliga upp aftan, sakk niður framman, sum vildi hann nikka og takka fyri, at hann nú var sloppin, har sum hann hoyrdi heima.

Víðari sigur Norðlýsið: Tað eru í hesum døgum 100 ár síðan, fyrsta fiskiskipið kom í Norðoyggjarnar, men tað er nógv ímillum langbummaran Emmu Dortheu og Nónhamar. Tað er nógv hent hesa øldina

Helst seint í komandi viku: Sum kunnugt so bleiv søkkingin ikki til nakað í dag, hósdagin vegna veður, men sum sær út í løtuni, so verður helst eitt høvi í komandi viku.