Sunnudagin 31. mars frá kl. 16 hevur Klaksvíkar Dansifelag eydnuhjól í Skálanum. Klaksvíkar Dansifelag er eitt virkið felag, ið tekur lut í mentunarlívinum í býnum.
Klaksvíkar Dansifelag hevur havt tiltøk í samband við eitt nú sjómannadagarnar og torradagar. Síðsta almenna tiltak felagið skipaði fyri var grækarismessuhaldið 2019, ið var stak væl eydnað. Høvuðsendamál felagsins er at hava føroyskan dans. Bæði fyri vaksnum og børnum. Hvørt sunnukvøld á vetrarhálvuni fara bæði vaksin og børn uppá gólv í Skálanum.
Tað er Klaksvikar Dansifelag, ið eigur og rekur Skálan. Skálin hevur í vetur fingið nýtt gólv, amboð til køkin, nýggjar stólar og nýggj borð. Nú hevur Skálin bæði rund og vanlig borð til yvir 200 fólk. Tað krevur nógv av einum felagið at reka eitt felagshús. Sum eitt ískoyti til ábøturnar og raksturin, hevur Skálin so gott sum hvørt mánakvøld bingo, og eina ferð um árið er vanligt at hava eydnuhjól.
Í ár verður eydnuhjólið sunnudagin 31.mars. Tey, ið vilja stuðla felagnum við at lata lutir eru vælkomin til tess. Tikið verður ímóti lutum hóskvøldið 28. mars kl. 20.00 – 21.30 og takkar felagið fyri allan sýndan stuðul. Klaksvíkar Dansifelag



