Eyðun av Reyni ferð allan desember mánað at sýna fram list sína í hugnaligu hølunum hjá Leikalund í Klaksvík.
Eyðun av Reyni tekur sítt listarliga støði í eini siðbundnari føroyskari landslagsabstraktión, men hevur flutt seg inn í næstan reina abstraktión.
Har er kortini altíð okkurt tú kennir aftur í málningunum, altíð ein tilsiping til fjallið, býin, havnina, tað skiftandi ljósið, ógvusliga veðurlagið. Tað kann vera ein ávísur litur, sum trokar seg fram aftanífrá, ein einstøk strika ella eitt ávíst strok, sum fangar eygað.
Har er eitt egið kenslusemi yvir verkunum hjá Eyðuni av Reyni, og í seinastuni er komin ein ávís rúmlig ávirkan, íbirt av breiðum, svørtum strokum, sum leggja seg útyvir teir kláru, reinu litirnar og skapa dýpt.
Við á framsýningini eru 17 oljumálningar.
Eyðun var føddur í 1951 og er búðsitandi í Havn.
Listarlig útbúgving: Askou-Jensens Tegnesk., Kbh. 1971-72; Kunstakad. Kbh., malersk., (Wilhelm Freddie) 1972-78.
Listarligar studio-ferðir: Paris 1973; Barcelona og Madrid 1975; The Josef and Anni Albers Foundation, Bethany, CT, USA 2003.
Framsýningar: Ólavsøkuframsýningin, Tórshavn 1964, 1972-73, 1975, 1978-2003; Ung Færøsk Kunst, Odense m.fl. 1980-81; Færøske malere, Gal. Gl. Strand 1985, 1987, 1992; 8 Føroya kunstnere, Skovhuset, Værløse 1986; Færøsk Kunst 86, Nikolaj, Kbh. 1986; Færøsk Kunst, Huset i Asnæs 1989, 1994; Færøske kunstnere, Billedværkstedet, Brovst 1992, 1995; Færøsk Kunst, Sønderjyll. Kunst- og Kulturcenter 1993, 1996; Nord. Billedkunst, NKF, Tromsø, Norge 1995; 4 færinger, Hasselby Slott, Sth. 1996; Færøsk Kunst – Faroese Art, Den Frie Udstillingsbygning, Copenhagen, Denmark 1999, 2003; Gammel Holtegård, Holte, Danmark 2000; T.A.G. Gallery, New York, USA 2000; Hafnaborg, Iceland 2001, 2003.
Serframsýningar: Færøernes Kunstmuseum, Færøerne 1977, 1979, 1982, 1996; Torso Gallery, Odense, Danmark 1996, 1997, 2000; Gallery Rasmus, Kbh., Danmark 1999, 2000-2003; Åhuset, Køge, Danmark 1999, 2001
Framsýningin verður í Leikalund í Klaksvík frá 1. desember og mánaðin út. Ferniseringin verður fríggjakvøldið 1. des. Kl. 19.00, Leikalund hevur opið til kl. 23.00 hetta kvøldið.
Upp –og afturlatingartíðir hjá Leikalund:
Mánadag – Leygardag 10.00 – 20.00
Leikalund
Tel. 457151
t-post: leikalund@leikalund.com
Ókeypis atgongd.




