Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eyðun Joensen, skrivar – FØROYA SJÓMANNADAGUR 10 ÁR Á BAKI

Norðlýsið

Havi helst verið øll farnu 10 árini á sjómannadegi í Klaksvik hesa tíð og við hvørt á egnum kjøli við seglførandi ellisfari og havi hvørja einastu ferð verið ovfarin av tí ótrúligu samhaldsføstu, góðu fyrireiking og stákan , sum vit vitjanadi hava verið fyri.

Havi helst verið øll farnu 10 árini á sjómannadegi í Klaksvik hesa tíð og við hvørt á egnum kjøli við seglførandi ellisfari og havi hvørja einastu ferð verið ovfarin av tí ótrúligu samhaldsføstu, góðu fyrireiking og stákan , sum vit vitjanadi hava verið fyri.

Og tað so mikið, at eg hvørja ferð havi stúrt fyri, hvat nú og í komandi tíðum. Hvat kunnu hesar fyrireikandi eldsálir framhaldandi finna uppá at gera árliga sómannadagin so forkunnugan við ?

Eitt árið fingu vit vitjandi høvi til at síggja gerandisamboð sjófarandi umborð, smiðjuna, eitt ár livandi hval við bryggjukant og eitt árið kavbát, tó av herðnarligum ávum bert uttanífrá.

Eitt árið var tað umframt alt tað forvitnisliga fasta m.a. áður umstrýddi húkurin sum innsigl til býin, nú kópakonan í Mikladali og eitt sera forkunnugt risa sjógætisborð.

Og umframt alt so hittast nógv fólk í øllum aldri á sjómannadøgum, sum annars sjáldan hittast í øðrum høpi.

Aftur í ár var skráin drúgv og forkunnug, heila viku aftaná sumarfestivalin, meðan vit spent bíðaðu eftir hæddarpunktinum farna leygardag.

Veður og vindur mugu sær ráða og stundum hevur verið heldur illfýsið á tilstundandi heystardøgum, men í ár var tað sum heild á einari leið , og fyrireikarar høvdu tryggja seg við alskyns inniskjólum, og sólin sá eisini.

Seglførandi førini á vágni vóru gamaní færri, tó fleiri m.a. Johanne, Fram og tey lokalu framvegis eru trúgv og drúgv. Sjálvur fekk eg í allarsíðstu løtu forfall vegna smávegis maskinbrek og mátti í staðin taka bilin.

Fyrrapartin var gaman í regn og frískt hágættarlot, tó tað út á dagin makaði og við sólarglottum uppivið.

Hesuferð var stevnudepilin fluttur yvir um vágna á rúmsáttari øki nærri vitjandi skipum og uppat øðrum mentunnarøkjum. Tað riggaði heilt væl.

Har í Klaksvíksgarðinum var gylt av fólki víða hvar og tað serliga til fjølbroytta og forvitnisliga fiskaborðið og tað so mikið, at tað allan seinrapartin ikki minkaði av sera langari bíðirøð.

Konan og eg eygleiddu bíðirøðina, fóru burturfrá til annað áhugavert har nærhendis, og tá vit umsíðir smekkaðu til, tók tað gylta tíð, men sama ger, tí smáprát við kend og ókend fólk stytti um, og til endans smakkaði óføra væl av alla handa sjógæti og øðrum við.

Eftir fólkameinginum at døma tóktist hetta avgjørt vera tað mest forkunnuga hesaferð.

Eg undraðist árini frammanundan og undrist framvegis, hvussu í verðini tað ber til at stápla sovorðið upp á beinini bert við gávum, beinasemi og sjálvboðnari arbeiðsmegi og uttan petti kostnað fyri brúkaran.

Samhaldsfesti, eldsálir, gesta- og gávublídni er kanska eitt svar og gamaní sigast norðoyingar at vera lokalir og ærukærir í tí sambandi, men har var eisini dugni sýndur víða hvar í landinum frá skipum og fyritøkum. Sjómannadagurin er ikki longur bara lokalur , men Føroya størsta og mest fólksliga tiltak við áhuga og stuðli víða hvar í landinum.

Lati tí hetta sera væleyðnaða 10- ára tiltak vera okkum øllum ein áminning um, at føroyngar – hóast gerandisligt sundurlyndi- saktans kunnu standa saman og rógva saman, tá tað snýr seg um eina góða felags søk, og at nógvir kreativir heilar, góður vilji umframt ikki minst fjálgar og virknar hendur saman kunnu taka stór felags tøk .

Sostatt mikil heiður og tøkk til fyrireikarar og alla handa stuðlar av árliga sjómannadegi Føroya í Klaksvík – eingin nevndur, eingin gloymdur.

Væl kann afturvendandi sukses forplikta fyri framtíðina, men við gongdini higartil er lítið at stúra fyri, meðan vit árliga bert njótandi gestir bíða til næsta sjómannadag.

P.S. Væntandi hava tit mongu fyrireikandi eins og mongu stuðlandi ein eftirnarmetingarfund og m.a. at stinga víðari út í kortið og hava í tí sambandi so søtliga uppiborið eitt hugnaligt kokkagildi.

Takk fyri enn eina rimmar uppliving frá einum, sum í lívinum samlar upp á góðar upplivingar sum hesa.

Vinarliga: Eyðun Joensen ,

Klaksvíkingur í Havn.