Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eyðun Klakstein: Bæði liðini fara at leypa á

Jákup Ósá

(Finalan um Løgamanssteypið) Fyrrverandi KÍ venjarin væntar, at Páll A. Klettskarð kann fáa ein høvuðsleiklut leygarkvøldið.

Eyðun Klakstein tók yvir sum venjari hjá KÍ mitt í kappingarárinum 2013. Hann var síðani venjari fram til og við 2014. Í fjør vann hann FM við B36, har hann framvegis er venjari. Tískil kennir hann væl til bæði liðuni, sum eru í finaluni.


Víkingur meira verjukendir nú

Tá vit spyrja Eyðun um, hvat eyðkennir hesi bæði liðini, so heldur hann, at har eru líkheitir, men at Víkingur hetta síðsta árið er meira blivið eitt kontralið.

– Bæði liðini spæla fysiskt og spæla pressfótbólt. KÍ í kanska størri mun enn Víkingur í ár, har Víkingur er blivið kanska eitt lítið sindur meira eitt kontralið enn tað hevur verið. Men tvey góð lið, tvey sterk lið og lið við nógvum royndum og góðum leikarum, sigur Eyðun Klakstein.

Øll samrøðan við Eyðun er í Norðlýsinum, sum fæst til keyps í sølubúðunum.