Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eyðun Klakstein: KÍ kann ikki verja ein javnleik – B36 kann ikki spæla sum seinast

Jákup Ósá

Fyrrverandi venjarin hjá bæði KÍ og B36, Eyðun Klakstein, metir um FM-finaluna leygardagin.

Leygardagin kl. 15.00 setir Alex Troleis FM-finaluna í gongd í Gundadali. Vinnarin verður føroyameistari 2019. KÍ klárar seg við javnleiki. Eyðun Klakstein, núverandi venjari hjá Skála, hevur áður verið venjari hjá KÍ og B36. Hann hevur vunnið FM sum venjari við B36 og FM sum leikari við KÍ. Vit hava sett honum fimm spurningar um FM-finaluna leygardagin.

 

1. Hvat hevur eyðkent KÍ og B36 í 2019, tá vit hugsa um spælistílar?
– KÍ og B36 hava verið rættiliga støðug í ár og hava verið góð til bæði at verja og spæla álopsspæl.
Síðani miðskeiðis í fjør hevur KÍ spælt meira fótbólt á jørðini, og hóast nógv av spælinum hevur verið tolið uppspæl rundan um fyrsta trýstið hjá mótstøðuliðnum, hevur viljin verið størri til at spæla bólt, og tað hevur klætt liðnum væl. Gjøgnumbrotsspælið hevur verið rættiliga gott stóran part av kappingini, og tí hevur KÍ eisini við sínum profilum og góða samanspæli skapt stórar kjansir og skorað nógv mál. Undanfarin trý kappingarár hevur KÍ latið 25 ella 26 mál inn um árið, men nú undan seinasta umfari í ár hava teir bert latið 19 mál inn, so verjuparturin hevur eisini verið sterkari í ár.
B36 hevur spælt eitt sindur minni í ár samanborið við undanfarin ár, men liðið hevur vart nógv betur. Framvegis kann B36 spæla góðan fótbólt, og serliga í dystinum í móti lægri liðunum hava teir dominerað og spælt sum áður. Hinvegin hava teir spælt varnari í móti ovaru liðunum og hava givið minni burtur. Tí hevur flogið ikki verið tað sama yvir spælinum á B36, men tað teir hava verið sera støðugir og hava fingið góð úrslit. Í 2017 lat B36 39 mál inn, í fjør lótu teir 33 mál. Higartil í ár hava teir latið 20 mál inn. Her er hend ein munandi broyting við verjuspælinum, og tað er hon, sum nú ger, at B36 kappast um FM.
Hvørki KÍ ella B36 hava skorað flest mál í kappingini í ár, men liðini hava havt nógv tær sterkastu verjurnar, og tað sæst aftur á stigatalvuni.

 

2. Hvørjir hava verið bestu leikararnir hjá KÍ og B36 sum gera, at hesi liðini standa í eini FM-finalu?
– KÍ og B36 hava verið væl skipað í ár. Tey hava vart væl og hava eisini dugað at skapt kjansir og skorað mál. Tað hevur verið grundarlagið undir góðu gongdini. Bæði liðini hava nógvar góðar spælarar og fleiri profilar. Skal eg nevna ein spælara á hvørjum liði, havi eg hug at nevna Jóannes Bjartalíð hjá KÍ og Andrias Eriksen hjá B36.
Jóannes Bjartalíð hevur veruliga lyft sítt spæl aftur, eftir at hann hevði eitt meira misjavnt ár í fjør, og hann hevur verið avgerandi í nógvum dystum. Jóannes er arbeiðssamur og sera dugnaligir við bóltinum. Hann hevur spælt við í øllum dystunum hjá KÍ og er toppskjútti hjá liðnum við 17 málum.
Offensivi profilurin hjá B36 hevur verið Árni Frederiksberg, sum við uppleggum og málum hevur havt avgerandi týdning fyri liðið. Í verjuni hevur Andrias Eriksen verið ein brandur. Hann hevur fingið størri ábyrgd í verjupartinum, síðan Odmar Færø fór, og meðan ymiskir og skiftandi spælarar hava røkt plássini rundan um, hevur hann verið stóra álitið dyst eftir dyst – serliga saman við Jónas Tór Næs. Andrias hevur ment sítt verjuspæl nógv, og hann er sera dugnaligur at spæla bólt og seta spælið í gongd.

 

3. Hvørjir eru lyklaleikararnir hjá KÍ og B36 leygardagin?
– Verjurnar og verjuspælið koma at verða avgerandi fyri dystin leygardagin, men tosa við um spælarar, sum kunnu avgera dystin og stríðið um FM-heitið, eru Patrik Johannesen, Páll Klettskarð og Jóannes Bjartalíð góð boð hjá KÍ. Hjá B36 fer nógv gjøgnum Árna Frederiksberg. Benjamin Heinesen kann stinga seg burtur úr ongum, og Lukasz Cieslewicz hevur áður avgjørt týðandi dystir um FM-heiti.

 

4. Hvat fyri dyst kunnu vit vænta okkum leygardagin?
– B36 skal vinna dystin, KÍ kann liva við javnleiki. Tað hevur áður merkt, at KÍ hevur spælt sera varisliga og hevur lagt stóran dent á verjuspæl. Tað kann vera eitt sindur vágið at geva B36 ov nógv initiativ, og KÍ skal tí finna eina hóskandi javnvág millum verju- og álopsspæl. B36 skal vinna dystin, og tí kunnu teir ikki spæla á sama hátt, sum teir gjørdu í Klaksvík seinast. Teir vera noyddir at leggja meira fyri fram eftir vøllinum, og stendur tað á jøvnum, sum dysturin gongur, verða teir noyddir at satsa alt meira. Eitt mál til annað lið, kann veruliga seta gongd í dystin og loysa upp.

 

5. Hvør stendur eftir sum føroyameistari 2019?
Tað er púra opið, hvør vinnur FM. Tað skuldi verið fyrimunur fyri B36, at dysturin verður spældur í Gundadali, men hinvegin kann KÍ klára seg við javnleiki, og tað er ein góður fyrimunur hjá teimum at hava. Eg haldi, at KÍ er lítil favorittur, men tað kann so nógv henda, sum kann koppa einum slíkum dysti sum hesum.