Sum útgangsstøðið er liðið frá Malta kanska eitt vet sterkari, men avrikar KÍ optimalt, so vænti eg, at KÍ hevur ein møguleika at spæla seg víðari, sigur Eyðun Klakstein, sum í 2016 við B36 tapti uppá útivallarmál móti meistarunum frá Malta.
Eyðun Klakstein var venjari hjá B36, tá B36 í 2016 í Champions League møtti Valletta, sum var meistari og hevur vunnið flest meistaraheitir hesa øldina. Tá vann Valletta 1-0 á heimavølli, meðan B36 í heimadystinum vann 2-1 og sostatt tapti uppá útivallarmál.
– Eg minnist tað sum tvær uppgerðir millum tvey jøvn lið, har teir kanska vóru eina tonn sterkari. Á Malta vóru vit tilvitað varnir frá byrjan og komu undir eitt trýst, men móti endanum av dystinum komu vit fyri okkum og høvdu tríggjar góðar málmøguleikar. Vit høvdu møguleikar at skora á útivølli og í heimadystinum trýstu vit teir nógv fyri at fáa avgerandi málið. Men vit avrikaðu væl og vóru vit eitt sindur skarpari, so komu vit víðari. Liðini vunnu hvør sín dyst við einum máli, sigur Eyðun Klakstein við Norðlýsið.
Hitin ein avbjóðing
Eyðun Klakstein minnist eisini, at hitin á Malta var ein avbjóðing.
– Tað hjálpti okkum øgiliga væl, at vit fóru til Malta fýra dagar frammanundan. Tá kundu vit venja okkum við hitan, ti bara at vera har og hava nakrar venjingar hjálpti væl. Síðani vóru vit hepnir, at dysturin lá um kvøldið, so tað ikki var so heitt sum um dagin, sigur Eyðun Klakstein.
Sami venjari
Venjari hjá Valletta í 2016 var Paul Zammit, og hann er nú venjari hjá Birkirkara, sum KÍ skal møta.
– Valletta spældi við 3-4-3 og 4-4-2 leikskipan. Teir høvdu ein stóran álopsleikara og annars fleiri tekniskt góðar leikarar m.a. frá Suður Amerika. Teir royndu at spæla fótbólt. Fysiskt vóru teir væl fyri. Kanska áleið sum teir bestu føroysku leikararnir eru, men á tí økinum vænti eg ikki, at KÍ stendur aftanfyri. Uttan at kenna til Birkirkara, so hevði eg leysliga mett, at teir kanska sum útgangsstøðið er eitt vet sterkari, men ikki so nógv, at KÍ ikki kann koma víðari, um KÍ avrikar optimalt, sigur Eyðun Klakstein.
KÍ møtir Birkirkara á útivølli 28. juni og á heimavølli 5. juli.



