Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eyðun Mørkøre røddi á 175 ára degi Eik bankans

John William Joensen

Søgan um Eik Banka er søgan um 29 dálar og 48 skillingar, sum ein kona úr Hvalvík setti inn fyri 175 árum síðani.

Søgan um Eik Banka er søgan um 29 dálar og 48 skillingar, sum ein kona úr Hvalvík setti inn fyri 175 árum síðani.

Ein upphædd, sum í dag er vorðin so ómetaliga nógv størri í tí, sum skuldi vísa seg at gerast Føroya størsti banki og størsta fyritøka í landinum.

Talan er um eina veruliga sólskinssøgu, vit í dag hátíðarhalda, og vegna Eik bjóði eg tykkum øllum hjartaliga vælkomin til hesa móttøkuna at hátíðarhalda 175 ára føðingardagin hjá Eik Banka.

Tað var tann 24. august í 1832, at Katrina Maria Jógvansdóttir úr Hanusarstovu í Hvalvík sum tann fyrsti setti eitt innskot – sína uppsparing – í Eik Banka, sum tá æt Sparekassen for Færøe Amt.

Tí rokna vit í Eik henda dag fyri júst 175 árum síðani sum okkara stovningardag ella føðingardag – og við 175 árum á baki er Eik elsta fyritøka í Føroyum.

Tað var táverandi amtmaðurin, Frederik Ferdinand Tillisch, ið tók stig til at seta á stovn sparikassa í Føroyum. Tað, sum lá í hansara tonkum, var at geva ..
“den almindelige Mand” ….”Lejlighed til på betryggende Maade at anbringe de smaa Summer, som han ved Flid og Sparsomhed kan have erhvervet sig”.

Byrjað varð sostat í tí smáa. Arbeiðskonur, húskallar o.ø. settu inn og fingu á henda hátt rentu av sínari uppsparing. Seinni komu kommunulán og uppaftur seinni sethúsalán.

Hetta var høvuðsvirksemið hjá Føroya Sparikassa í samfull 160 ár – eitt drúgt tíðarskeið í Føroya søgu. Í 1994 fór sparikassalógin frá 1937 í søguna, og í hennara stað kom banka- og sparikassalógin frá 1974 við broytingum.

Tá tók menningin eina nýggja vend, tí nú kundi Føroya Sparikassi, sum bankin tá æt, fara undir alt vanligt bankavirksemi.

Trettan ár seinni er bankin, sum nú eitur Eik, størsti peningastovnur í Føroyum. Vit hava ein munandi marknaðarpart á privatkundaøkinum, og menningin síðani 1994 innan vinnulívsfígging ber í sær, at Eik í dag er ein týðandi samstarvsfelagi og fíggjari av føroyska vinnulívinum. Okkara dugnaligu starvsfólk veita bæði privatkundum og vinnulívskundum holla ráðgeving, og vit ráðgeva um virðisbrævahandil og ognarrøkt, um keyp og sølu av fyritøkum o.s.fr.

Seinastu árini hevur Eik eisini tikið seg út um landoddarnar. Í dag eiga vit ein dótturbanka í Danmark, vit eru størsti einstaki partaeigarin í størsta íslendska sparikassanum SPRON, og vit hava fíggjarlig áhugamál í fleiri spennandi útlendskum fyritøkum í vøkstri. Danski marknaðurin er 100 ferðir størri enn tann føroyski, og tað gevur sjálvandi nakrar møguleikar har. Við keypinum av SkandiaBanken fyrr í ár hevur Eik út móti 120 túsund viðskiftafólk og knappliga 150 starvsfólk í Danmark.

Ognarviðurskiftini eru eisini broytt. Tann upprunaligi sjálveigandi stovnurin varð fyrst umlagdur til ábyrgdarasparikassa í 1991 fyri síðani í 2002 at verða umlagdur til partafelag.

Hetta var ein náttúrlig gongd sæð í ljósinum av broytingunum í virkseminum. Tað sama kann sigast um navnið Føroya Sparikassi, sum í desember í fjør varð broytt til Eik Banki, tí talan var ikki longur um ein sparikassa, men um ein fult virkandi banka.

Hvar bleiv so tann gamli sjálvsognarstovnurin av?

Jú hann er í dag vorðin til Eik Grunnin, ið er ein tann størsti vinnurekandi grunnurin í Føroyum. Høvuðsuppgáva hansara er at vera eigari av Eik Banka P/F, sum hann eigur góð 50% av, og at tryggja framtíðar rakstur bankans. Umframt at vera stóreigari í Eik Banka P/F, so ræður Eik Grunnurin yvir 100 tals milliónum, sum kunnu nýtast Eik Banka til gagns og føroyska vinnulívinum og samfelagnum yvirhøvur til gangs.

Høvuðsognin hjá Eik Grunninum, Eik Banki P/F, er ein vælrikin banki við einari forrenting av eginpeninginum við hálvárið 2007 upp á oman fyri 30%, roknað upp á árið.

Fyrsta innskotið hjá Katrinu Mariu Jógvansdóttir var í silvurmyntum: 29 dálar og 48 skillingar. Umroknað til okkara pengar svarar hetta til knappar trý túsund krónur, men við nógv størri keypikraft.

Eg haldi, vit kunnu loyva okkum at siga, at væl er komið burtur úr innskotinum hjá Katrinu Mariu og øllum øðrum, sum gjøgnum árini hava sett sínar pengar í Eik.

Tann upprunaligi Sparekasse for Færøe Amt er gjøgnum árini vorðin fólkaogn. So mikið, at Føroya Sparikassi nøkur ár nýtti undirheitið Fólksins Peningastovnur. Hóast navnaskifti og umlegging til partafelag er hetta ikki minni rætt í dag, har meira enn 10.000 føroyingar eiga í Eik Banka P/F.

175 ára føðingardagurin hjá Eik er tí ikki bara eitt mál fyri okkum, sum starvast her, men so sanniliga fyri allar føroyingar.

Vit takka øllum føroyingum, og sjálvandi serstakliga okkara viðskiftafólkum, fyri tað álit, tit hava víst Føroya Sparikassa øll hesi árini og framvegis vísa Eik Banka.

Vit, sum arbeiða í Eik, ynskja at veita føroyingum og Føroyum best møguligar tænastur innan fíggjarøkið. Fyri at tað kann gerast, mugu vit hava góð starvsfólk, og vit eru í Eik Banka í tí lukkuligu støðu, at vit – sambært nevndarformanni okkara, Freithleif Olsen, – hava heimsins bestu starvsfólk.

Frá stjórnini vil eg bera øllum starvsfólkum í Eik eina hjartans tøkk fyri tykkara stóra innsats og dugnaskap.

Eik Banki arbeiðir fyri sínum partaeigarum men vónar og ynskir samstundis, at virksemið og framtøk okkara gagna øllum føroyska samfelagnum. Vit skulu øll somul framá.

Teir upprunaligu stovnararnir av Sparekassen for Færøe Amt vóru ungir og framtakshugaðir menn, sum veruliga stóðu fyri nýhugsan tá í tíðini. Vit sum starvast í Eik eru ikki sørt glað fyri at kunna staðfesta, at elsta fyritøka í Føroyum framvegis telist millum tær fremstu í Føroyum tá tað kemur til nýhugsan.

Takk fyri, at tit vilja hátíðarhalda henda serstaka føðingardag saman við okkum.

Takk fyri!