Í kvøld bjóðar Atlantis Eyðun Nolsøe vælkomnan heim. Tað er í samband við nýggju fløguútgávuna hjá Eyðun at konsert verður í kvøld kl. 21.
Eyðun Nolsøe kom við nýggjari fløgu í farna mánaði, og fyri viku síðani hevði hann útgávukonsert í Norðurlandahúsinum. Hetta vikuskiftið verður hann at hoyra í Klaksvík og í Fuglafirði
Fríggjakvøldið kl. 21.00 verður útgávukonsert í Atlantis.




