Flest øll hava hoyrt teir áður bara ikki í Spaniastovu. Fríggjakvøldið 13.desembur spæla teir á fyrsta sinni saman í Spaniastovu.
Talan er um tríggjar sera stinnar sangaran. Har aftur at er Eyðun Nolsøe stinnur gitarleikari, Terji Rasmussen stinnur á slagverk, og Kim Hansen stinnur klaverleikari.
Teir eru góðsligir. Teir eru dugnaligir. Teir eru tónleikarar. Føroyingar flest hava tikið teir og tónleik teirra til sín. Teir hava eisini verið tónleikaliga høgt í metum, tá teir hava verið góðskumettir av tónleikaligum góðskumetarum.
Hvør sær bera teir sínar eginleikar ómetaliga væl. Saman hava teir skapt sína egnu tónleika- og tíðarmynd. Teir eru kendir føroyingar í Føroyum, uttanlanda og á sjónum. Tónleikur teirra er fólksligur. Sum á ein hátt er vorðin fólksins ogn.
Her eru nøkur hitt úr rúgvuni: 80’ini, Eros, Mítt Land, Nummar, Maria, Flýggi til tónleikin. So alt annað líka verður talan um góðsku, frá møguliga Føroya bestu tónleikaligu tríeind, tá teir fara á pall í Spaniastovu fríggjakvøldið 13.des. kl 21.
Atgongumerki kunnu keypast á www.atgongumerki.fo og við dyrnar frá kl 2030.



