Sí málini frá dystinum her.
Tvey mál í vikuskiftinum til Eyðvør Klakstein.
CD Marino spældi í gjár á útivølli ímóti Anorga, sum liggur nummar 4 í deildini, har 14 lið eru tilsamans. Marino lá áðrenn dystin nummar 9 eftir tvey tap á rað. Marino vann dystin 4-1. Tær vóru á odda 1-0 í hálvleikinum, og so økti Eyðvør við tveimum málum til 3-0 tíðliga í seinna hálvleiki. Hon hevur nú skorað 8 mál og er toppskjútti á liðnum
Hetta var ein tann besti sigurin hjá CD Marino hetta kappingarárið, tí Anorga verður mett at vera millum tey góðu liðini og talan gjørdist um trivaligan sigur hjá Eyðvør og teimum í CD Marino.




