Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eyðvør til Spania at spæla fótbólt

Jákup Ósá

Eyðvør Klakstein fer um fáar vikur til Spania at spæla fótbólt í næstbestu sponsku deildini.

Eyðvør Klakstein fer um fáar vikur til Spania at spæla fótbólt í næstbestu sponsku deildini.

19 ára gamla Eyðvør Klakstein hevur líka síðani 2010 verið partur av besta kvinnuhópinum hjá KÍ. Tilsamans hevur miðvallarleikarin – sambært FaroeSoccer – spælt 79 dystir og skorað 24 mál umframt 8 mál í 17 dystum í steypakappingini og 1 mál í 14 Champions League dystum. Men nú leitar Eyðvør til nýggjar leiðir, tí hon skal spæla fótbólt í næstbestu sponsku deildini um stutta tíð.

Fekk samband við spanskan fótbólt í summar

Eyðvør Klakstein var í summar partur av venjaratoyminum hjá gentum U16, tá hetta liðið spældi summarkapping í Spania. Men stutt áðrenn fráferð fekk hon avtalu við lið um at spæla eisini.

– Tá U16 liðini – dreingir og gentur – hjá KÍ fóru niður til Spania í summar til tvær fótbóltkappingar var eg tengd at gentuliðnum sum venjari. Stutt áðrenn vit skuldu avstað fekk eg so at vita, at fyriskiparin av túrinum hevði skaffað mær eitt lið at spæla við til seinnu kappingina. Hetta var eitt lokalt spankst lið, sum æt Marino C. D. Eftir kappingina, har við blivu útslidnar í hálvfinaluni, vildu tær hava meg aftur at spæla við teimum til kappingina árið eftir. Tá vit so komu heimaftur kom eg at skriva við summar gentur á liðnum. Eftir at hava víst eitt sindur av áhuga fyri at koma aftur, setti venjarin seg so í samband við meg, har hann bjóðaði mær at koma niður at spæla við teimum hetta kappingarárið. Marino C. D er ikki eitt professionelt lið og spælir í næst bestu sponsku deildini. Tá eg fari niður í september komi eg umframt at spæla við liðnum eisini at venja eitt gentur U12 lið og vera partur av einum professionellum dreingja liði. Alt hetta verður so sjálvandi samstundis, sum eg komi at ganga í skúla at læra spanskt, sigur Eyðvør Klakstein.

Eyðvør fer av landinum 2. september og verður fyribils í Spania fram til mai mánaða næsta ár, tá spanska kappingin endar.