Um talan er um Brexit, Dúnald, løgtings- ella býráðsval, so er altíð spenningur í luftini
Val eru altíð spennandi, um tað so er Brexit, sum flestu valserfrøðingar fóru skeivir av ella at Donald J. Trump, gjørdist forseti í USA, sum møguliga var ímóti ynskjum hjá mongum valserfrøðingum og evropiskum politikarum, sum nú mugu finna sær eina nýggja og meiri eyðmjúka andlits útsjónd ella “leggja síni orð um” – ella um talan er sum hjá okkum, eitt vanligt býráðsval í atlantiska útjaðaranum, Klaksvík!
“Rundborðseygleiðarar Fólkafloksins” høvdu sínar metingar dagin undan valinum og spennandi var í Fólkaflokshølinum:
Krevur avgjørt bata
1. Roknað var við, at Fólkaflokkurin helst fór at missa fimta umboðið, tí tað var “á eggini” í 2012, og í versta falli, at flokkurin fór at liggja niðri á 7-800 atkvøðum og í besta falli millum 900 og 1. 000 atkvøður. Onkur helt tó, at av tí at flokkurin vanliga er so sterkur í Klaksvík, at hann kom at liggja á nakað sama støði sum seinast. Í 2012 fekk flokkurin 1.104 atkvøður og 2016 1.093 atkvøður!
Fór aftur – aftur
2. Mett var, at Sambandsflokkurin fór ikki at fáa mannin, tí har var eittans valevni. Í 2012 gekk flokkurin aftur við 109 atkvøðum sammett við 2008 niður í 215 atkvøður. Í 2016 fekk flokkurin so einans 149 atkvøður altso ein minking við 66 atkvøðum og fekk sostatt ikki mannin!
Helst á leið
3. Javnaðarflokkurin restaði seinasta val eina atkvøðu í at fáa annan limin. Í 2008 fekk flokkurin 513 atkvøður við eini minking í 2012 við 73 atkvøðum til 440 atkvøður. Tí roknaðu eygleiðararnir, at flokkurin fór at tvífalda umboðanina. Úrslitið var, at flokkurin fór úr 440 upp í 485 atkvøður, ein hækking á 45 atkvøður. Tað gjørdist nóg mikið til annað umboðið!
Stóri vinnarin av valinum
4. Nýtt Sjálvstýri gjørdist áðrenn valið stóri spurningurin, ongin ivaðist í, at hann fór at fáa eina stóra framgongd, men hvussu stóra? Hann tók øll á bóli, eisini “rundborðsluttakararnar” sum vitstu, at flokkurin við síni framgongd fór í øllum førum at fáa 200 atkvøður meiri. Her vóru “serfrøðingarnir” lítið mætari enn teir, ið dømdu Brexit og USA. Her var skotið við síðuna av so tað merktist. Tó skal sigast, at onkur hevði á munni, at “tað kundi kanska henda, at Nýtt Sjálvstýri gjørdist størsti flokkur tá avtornaði”. Flokkurin fekk 2008, 295 atkvøður, hækkaði við 227 í 2012 til 522. MEN nú stívliga tvífaldaðust tølini í 2016 til 1.100 atkvøður, ein framgongd, sum ikki er sædd fyrr og neyvan kemur aftur við 578 atkvøðum. Nýtt Sjálvstýri gjørdist størsti flokkur við sjey atkvøðum meiri enn Fólkaflokkurin!
Stóri taparin av valinum
5. Tjóðveldi gjørdist stóri taparin. Tað var eisini roknað við við “runt runda borðið” , tí m.a. fólkið í Klaksvík óttast hóttafall í fiskivinnuni, og soleiðis í umhvørvinum um ætlan floksins sleppur at verða framd. Hetta er meiri álvarsligt, enn mangur gevur sær far um. Í ávísum førum er býráðsval tengt at landspolitikki. Í 2008 fekk flokkurin 561 atkvøður, hækkaði við 141 atkvøðum til 702 í 2012 og fekk trý umboð vald. Í 2016 fall flokkurin niður í 468 atkvøður og misti sostatt tveir býráðslimir.
Á valinum 2016 valdu 314 fleiri enn í 2012. Vallutøkan í 2012 var 82,04% og í 2016 87,4%
Samanumtikið metti “Fólkafloksins eygleiðarar um runda borðið” sera væl, burtursæð frá Nýggja Sjálvstýrinum, sum ikki bara tók hesar men okkum øll á bóli.
Vit eiga at
hyggja eftir søguni
Í bókini hjá Poul Schlüter “Den lange vej..” sigur hann m.a. í 1976, aftaná “Reyða kabinettið” í 1960unum og í stjórnartíðini hjá Sosialdemokratunum í sjeytiárunum: “..Gennem de sidste år har en række partier bevidst skrevet lovregler med det sigte, at indtjeningen i virksomhederne – både de store og de små – skulle beskæres på kunstig vis. Det lykkedes. Men det er også en del af grunden til arbejdsløshed og tilbagegang i dansk økonomi…”!
Vit eiga altíð at læra av søguni og mistøkum aðrir hava gjørt, nú vit hugsa nøkur ár fram og um sitandi landsstýrissamgongu og ágangin á okkara høvuðsvinnu!
Men spennandi var valið!!
Klaksvík 15. november 2016
Bestu heilsanir
Jógvan við Keldu
Ein farin politikari – men hevur framvegis áhuga




