Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eyka D&V-sending um orrustuna á Tvøroyri

Tíðindaskriv

Dagur & Vika hevur eyka sending kl. 19 í kvøld um spentu støðuna, sum er íkomin, nú útbyggingin á havnarlagnum fyribils er steðgað.

Dagur & Vika hevur eyka sending kl. 19 í kvøld um spentu støðuna, sum er íkomin, nú útbyggingin á havnarlagnum fyribils er steðgað.

Tíðindaskriv

Klokkan 19 í kvøld verður eyka tíðindasending í sjónvarpinum um orrustuna á Tvøroyri, nú myndugleikarnir hava steðgað ætlanunum hjá Tvøroyrar Býráð at útfylla bátahylin, so Varðin Pelagic kann útbyggja frystigoymsluna.

Sigrun Brend hevur skattað dýpið í býnum, har bylgjurnar ganga høgt. Hon hevur gjørt reportasjur og ger støðulýsing.

Samrøður vera við Boga Jacobsen, stjóra á Varðanum Pelagic, og Kára Thomsen; grannanum, sum kærdi ætlaðu útbyggingina og nú hevur fingið viðhald.

Ætlanin er at fáa Kristin Michelsen, borgarstjóra, sum er flogin heim í úrtíð úr Íslandi, í sjónvarpsstovuna.