Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eyka “Nirvana-unplugged” 5.apríl kl 20!

Tíðindaskriv

Vit hava áður skrivað um eina øðrvísi og spennandi konsert í Spaniastovu leygarkvøldið 5.apríl har nakrir av okkara bestu tónleikarum framføra løg hjá Nirvana.

ÚTSELT er til konsertina kl 22 og tí verður eisini konsert kl 20. Atg.m. kunnu bílegging á tlf. 457151.

Benjamin Petersen, Hans Andrias og Linda Gardar fara at syngja kend Nirvana løg, saman við einum vælspælandi húsaorkestri. Andras Sólstein fer at hugleiða um Nirvana og Kurt Cobain.

Skipa verður fyri konsertunum í samband við, at tað í ár eru liðin 20 ár síðani Kurt Cobain, forsangarin í kenda bólkinum Nirvana, andaðist.

2., 3. og 5.apríl kunnu atg.m. keypast/ heintast millum kl 11-13 í Leikalund.

Come as you are!