Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eykaaðalfundur hjá Áhugafelagnum Spinnaríið á Norðoyastevnu

Jóhann Lützen

Nevndin í Áhugafelagnum Spinnaríið bjóðar til eykaaðalfund í felagnum leygardagin 3. juni klokkan 10.

 

Endamálið við fundinum er at kunna um gongdina síðan stovnan í september 2022. Nevndin hevur gjørt ítøkiligar ætlanirnar um mikrospinnarí, verkstovur og søgusavn, og nevndin hevur fingið til vega fígging til ein part av hesum ætlanum. Nevndin kunnar um alt hetta á fundinum.

Harumframt verður val av nýggjum nevndarlimi.

Og ymiskt.

 

Skrá fyri fundin:

1. Val av fundarstjóra og atkvøðuteljarum

2. Kunning frá nevnd um mikrospinnarí, aðrar verkætlanir, innrætting og fígging

3. Val av nýggjum nevndarlimi

4. Ymiskt

 

Vegna nevndina

Dorit Hansen

forkvinna