Eykablusurnar hjá KÍ eru ikki longur hvítar.
KÍ kunngerð í morgun, at nýggju eykablusurnar eru komnar og at tær eru grønar. Sí mynd. Hetta er fyrstu ferð í nýggjari tíð, at eykablusan ikki er hvít. Søguliga sæð hevur KÍ altíð verið blátt og hvitt. Undir kunngerðini á facebook eru deildar meiningar millum KÍ-viðhaldsfólk um valið av liti.
Hyggja vit uttanlands so er ikki óvanligt, at feløg skifta litir á eykablusunum frá ár til ár. Tað er helst har frá, at KÍ hevur fingið sín íblástur.



