Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eykajáttan: H-bygningurin kostar tað dupulta av Corona

Jóhann Lützen

Í uppskotinum til eykajáttan fyri juni 2020 verður biðið um 26,5 milliónir vegna øktar útreiðslur vegna Corona. Av hesum verða 2 milliónir funnar við at spara oljuútreiðslur, soleiðis at 24,5 milliónir verða umbidnar vegna Corona-tilbúgvingina, og tað verða spardar aðrar 1,9 mió. til flutning til viðgerð uttanlands. Samstundis verður biðið um heilar 55 milliónir eyka til H-bygningin.

Hørðu virðini trumfa enn eina ferð tey bleytu. Meðan tað er uppgjørt rættiliga minutiøst, hvussu nógv Coronakreppan kostar heilsuverkinum – frá nágreiniligum tímatali av meirarbeiddum tímum yvir mistar inntøkur í kantinuni til KT, kanningum og goymsluvørum, stendur talið fyri meirútreiðslur til betong, glas v.m. til H-bygningin einsamalt og óútgreinað. Hetta endurspeglar ein hugburð, har ein noyðist at grundgeva væl fyri at fáa pening til bleytu virðini, meðan tey hørðu ikki nýtast nærri grundgeving.

H-bygningurin er tann higartil minna av tveimum stórum byggigølum í Tórshavn, sum tilsamans roknast við at kosta Landskassanum umleið 1,6 milliard. Av hesum eru umleið ½ milliard komnar omaná seinni sum eykaútreiðslur. Og framvegis er ikki greitt, um allur meirkostnaðurin er komin fram í ljósið.