Teir 6 limirnir í metingarnevndini, ið skuldu taka støðu til hvør skuldi hava menningarkvotur, skulu hava sína løn, sigur samgongan. Óheimilað pamparí, sigur andstøðan
Tað er valdystur á Føroya Løgtingi.
Løgtingið viðgjørdi í kvøld nakrar eykajáttanir. Ein av teimum vóru pengar til serligu metingarnevndina, ið skuldi geva tilráðing til fiskimálaráðharran um hvør skuldi hava menningarkvotur.
Í metingarnevndini sita 6 limir, tríggir limir og tríggir varalimir.
Andstøðulimir hildu fyri tað fyrsta at mannagongdirnar ikki vórðu fylgdar í málinum, og síðani at tað kundi ikki verða rætt at tiltakslimirnir fingu løn, tá teir einans eiga at verða á fundi, tá limirnir ikki kundu møta. Andstøðulimirnir vístu á at tiltakslimirnir vóru við á somu fundum, sum nevndarlimirnir.
Niðanfyri sæst hvussu nógv formaðurin, nevndarlimirnir og tiltakslimirnir fingu í løn fyri sítt arbeiði at býta út menningarkvoturnar.




