Formaðurin í fíggjarnevndini, Anfinn Kalsberg, vantar at fíggjarnevndin kemur við einum álitið í morgin.
– Vit hava nógv mál til viðgerðar í fíggjarnevndini í dag og tí náddu vit ikki at viðgerða eykajáttanina til strandferðsluna. Men eg meti at vit megna at avgreiða málið til tingfundin í morgin og eg trúgvi eisini at stór undirtøka er í løgtinginum fyri at fáa viðurskiftini á leiðini til Svínoy og Fugloy dagførd.
Pressan leitar eftir ósemjum
Formaðurin í fíggjarnevndini hevur góðar vónir um at fíggjarlógin verður avgreidd áðrenn tingið ferð í jólafrí.
– Vit eru ikki komnir so langt sum at viðgerða stóru spurningarnir har ósemja er, men tað er eingin loyna at serliga nógvar meinginar hava verði um íløgurnar á fíggjarlógini 2010.
– Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur sent fíggjarlógaruppskotið í løgtingið og tað er eingin loyna at full semja er hvørki í samgonguni ella landsstýrinum um íløgupartin.
– Men eg vanti at vit fara at finna eina semju og so er spurningurin hvussu breið semjan verður.
– Seinast var tað ein samd fíggjarnevnd, men um tað verður støðan hesuferð kann bara tíðin vísa.
– Tað ganga nakrar vikur enn til vit koma til málini sum nógv hevur verið kjakst um. Tað er nú einaferð soleiðis at pressan hevur hug til at leita eftir ósemjum og tey fylla tí sera nógv í fjølmiðlunum, sigur formaðurin í fíggjarnevndini, Anfinn Kalsberg, í stuttari viðmerking.




