Eftir fáum døgum var útselt til konsertina hjá Teitur 21.des. kl 22. Avgjørt er tí at leggja eina eykakonsert sama kl 1930. Atg.m. kunnu keypast áwww.atgongumerki.fo ella við at venda sær til Spaniastovu á tlf. 457151
Í samrøðu, sum Røddin hevði við Teitur í samband við nýggju útgávuna “I Want To Be Kind “segði hann : “Eg geri bara sangir og vóni at teir finna sín veg til áhoyraran”.
Síðani Teitur kom heim aftaná konsertferð í USA, Týsklandi og Danmark við nýggju útgávuni “I want to be kind”, hevur hann vitja hesi spælistøð Føroyum: Tøting, Maggie’s, Bygdahúsinum í Kunoy, Listastovuni, Babarr, Kirkjuni á Tvøroyra, Løkshøll.
Fólk hava tikið væl í móti tónleikinum á nýggju fløguni!
Seinastu konsertirnar undan jólum verður høvið at hoyra Teitur í Spaniastovu. umframt nýggja tónleikin, kann áhoyrarin vænta at hoyra har eitt gott úrval av tónleiki frá eitt nú “Poetry and Aeroplanes” via “Káta Horni” til “Story Music” og nakrar jólaligar tónar.



