Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

EYKAKONSERT: Stór Elton John heiðurskonsert

Jóhann Lutzen

Í samband við at megastjórnan Elton John tann 25. mars fylti 70 ár, verður heiðurskonsert í Spaniastovu 1. apríl

Í samband við at megastjórnan Elton John tann 25. mars fylti 70 ár, verður heiðurskonsert í Spaniastovu 1. apríl
Fyrireikarnir av heiðurskonsertini YOUR SONG í Spaniastovu 1.apríl í samband við 70 ára dagin hjá Elton John siga at áðrenn tíðindaskrivi var liðugt orða var 1.konsertin útseld. Tí verður  neyðugt við eykakonsert sama kvøldi!

Tað eru Elton John fortolkarar í Klaksvík sum koma at syngja og spæla. Orkestrið verður stjórnað av kongaliga teatur tónleikaranum Páll Sólstein, sum kemur til Føroya í tí sambandinum.

Afturat honum verða sangstjørnurnar Ingibjørg Hansen, FMA nomineraði Hans Andrias Jacobsen, Grand Prix finalisturin Pætur við Keldu og rokkongurin í Frændum, Rani Nolsøe. Royndu tónleikararnar Jens Pauli Joensen og Jógvn Fróðin Baldvinson spæal ávikavistá trummu og bass.

Frásøgumaður verður sjálvur pápi Andy, Andras Sólstein, sum er ein av størstu Elton John kennarunum í Føroyum. Møguliga syngur Andy eisini eitt lag.
Harleyfacadeacryl