Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eystanstevnan 15-17 juni 2007

Hannefía Joensen

15. – 17. juni skipa Støkk, Nsí, Kappróðrafelagið NSÍ, skótarnir og Mentanarhúsfelagið saman við Kunningarstovuni í Runavík fyri Eystanstevnuni.

Í ár eru 46 ár síðani fyrsta Eystanstevnan varð hildin og ikki kann sigast annað enn, at nógv er broytt síðani tá, men týdningurin av at halda summarstevnur er eins stórur enn.
Ítrótturin er í hásæti, og øll hugna sær. Børnini spæla úti langt út á kvøldið og ungdómurin hugnar sær í sínum lag.
Eins og undanfarin ár er nógv ymiskt á skránni bæði fyri ung og eldri hesar dagarnar Eystanstevnan er, hóast eingin kappróður er í ár.
Sigast kann, at stevnuøkið ikki bara er eitt bamsutombula og miðnáttarsangur -Nei nógv er broytt gjøgnum árini og Eystanstevnan við. Stevnuøkið hevur nakað til øll, og á pallinum er nógv fjølbroytt á skránni, soleiðis at rokki verður til allar málbólkar, nevnast kann, at Meyla og Jens Marni við teirra kendu løgum m.a „Lort í býin“ verða á pallinum. Mentanartiltøkini eru eisini mong og fjølbroytt við málningum, handaligum listum o.ø.

Stevnuøkið.
Fríggjakvøldið kl. 19:00 letur Stevnuøkið upp.
Her verða 4 ymiskar hoppiborgir. Vælumtøkta karusellin. Og tey heilt smáu, sum í nøkur ár enn verða noydd at bíða við koyrikortinum, fáa møguleikan at royna EL-bilarnar. Sumo Glíming verður eisini, viðkomandi verður latin í eina serliga drakt við pútum so mestsum einki merkist og so er at skumpa og vita hvør dettur fyst.
Trampolinin ella sokallaða "Super Jumperen" kann tú hoppa upp í eini. 5-7 metrar hædd, og alíkavæl er trygdin í lagi. Trampolinin hevur víst seg at verða sera vælumtøkt bæði millum børn og vaksin.
AstroTrainarin hevur 2 stólar og snarar allar vegir og 2 kunnu sita í samstundis, hetta er nýtt og sera spennandi.
Vitjandi, bæði ung sum gomul, fáa høvi at royna alt sum er at royna.
Stevnuøkið hevur opið fríggjakvøldið frá kl. 19:00-23:00, Leygardagin frá kl. 14:00-01:00, Sunnudagin frá kl. 14:00-19:00
Stevnucafe verður í hugnaligum telti og pylsuvognur verður, so eingin nýtist at ganga svangur á stevnuni.

Mentanartiltøk
Fríggjadagin vera listarmálningar hjá Livar Suna Nysted at síggja í Orkis, fríggjadagin, frá 17.00-23.00 og leygardagin frá 10.00-14.00.
Gunvá Justinussen hevur fleiri ymisk handalig listarverk í Gamla handli í Heiðunum fríggjadagin frá 19.00-21.00 leygar- og sunnu-dagin frá 16.00-19.00
OGGI-ART hevur opið fríggjadagin
Bessi Bjarnason hevur framsýning við listarverkum og ymiskum øðrum forvitnisligum træskulpturum í býráðssalinum fríggjakvøldið frá 19.00-22.00. leygar- og sunnudagin frá 14.00-19.00

Ítróttur:
Roysnið skipar fyri FM rennikapping. NSÍ – HB Formuladeildin. Kappróður verður útvarpaður á stevnuøkinum. NSÍ – KÍ, 1 deild.

Stevnu Pallurin:
Tiltøk til øll, børn, ung, vaksin sum eldri.
Meyla og Jens Marni. Klovnarnir: Tolli og Múli. Øssur og Hjalti. Mótaframsýning. Boys in a Band. Møtir. Og mangt annað.