Hans Mourits Foldbo, borgarstjóri í Gøtu Kommunu sigur við Norðlýsið at bygdarráði hevur avgjørt at byggja nýggju kommunuskrivstovuna hjá samanløgdu kommununi á planeraða økið inni í dalinum í Norðagøtu.
– Nýggja kommunuskrivstovan hjá Eystur Kommunu verður bygd á planeraða økið inni í dalinum og í hesum sambandinum hava vit valt at byggja hana størri, soleiðis at bygningurin eisini kemur at húsa deildini hjá Toll- og Skatt.
Borgarstjórin í Gøtu Kommunu sigur at parturin sum Eystur Kommuna fer at húsast í verður umleið 500 fermetrar meðan deildin hjá Toll- og Skatt verður 1000 fermetar.
Umleið 12 til 15 starvsfólk verða á skrivstovuni hjá nýggju Eystur Kommunu, meðan roknast kann við omanfyri 40 starvsfólkum á deildini hjá Toll- og Skatt.




