Hátrýstið yvir Norra, sum hevur hildið lágtrýstini burtur frá okkara leiðum, fer at vera í mestsum sama stað næstu dagarnar. Tey verða gjørd enn á sama hátt – lágtrýstini – og leiðin, tey halda tvørtur um Atlantshav til okkara leiðir, er ikki óvanlig. Men tey verða steðgað vestan fyri Føroyar, og sleppa tí ikki ordiliga framat við sínum vindi og regni.

Luftin, sum rekur til okkara, kemur av leiðunum í Norðursvøríki og Norðurfinnlandi og eisini úr Eysturevropa. Enn er veturin ikki komin, og tað sæst eisini á eyðkenninum í luftini. Um há- og lágtrýst høvdu býtt seg á sama hátt á hávetri, hevði tað verið kalt í Føroyum. Júst sum ein stórur partur av vetrinum og várinum í 2012/13.
Men aftur til veðrið í Føroyum næstu dagarnar.
Ímeðan lágtrýstini royna at flyta seg eystureftir og at trýsta hátrýstið burtur, kann vindurin veksa eitt sindur í løtum, tá ið miðjan í lágtrýstinum er nær við miðjuna í hátrýstinum. Luftin rekur inn ímillum mideplarnar í hátrýstinum og lágtrýstinum, og vil rætta seg eftir, hvussu hesi flyta seg. Ættin hjá okkum fer at flyta seg úr suðuri í dag (hósdag) og upp ímóti eystri í morgin og leygardagin. Sunnudagin lækkar ættin niður ímóti landsynningi. Vindferðin fer at liggja um 5 til 10 m/s í morgin og ovurmorgin. Leygarkvøldið veksur vindurin upp í 10 til 15 m/s, og tað verður vindferðin sunnudagin eisini.
Vit hava havt vitjan av leivdum av tropiskum ódnum í heyst. Onkur teirra hevði onkran sjáldsaman fugl við sær úr Kanada til Føroyar. Talan bleiv ikki um ordiligt illveður, tá ið restirnar av Ian og Gaston vóru her. Nú er aftur ein tropisk ódn ávegis. Nicole. Men hon er enn langt burtur, og megin fer úr henni. Hon fer neyvan at merkjast serliga nógv her hjá okkum. Kanska eitt sindur um eina lítla viku.