Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eysturkommuna bjóðar nú stuðul til íverksetarar

Helgi Abrahamsen

Býráðið í Eysturkommunu hevur samtykt, at íverksetarar í kommununi kunnu søkja um stuðul til at fáa framt sínar dreymar og hugskot í verki.

Býráðið í Eysturkommunu hevur samtykt, at íverksetarar í kommununi kunnu søkja um stuðul til at fáa framt sínar dreymar og hugskot í verki.

Íverksetanarstuðulin er skipaður soleiðis, at fyritøkur við heimstaði í Eysturkommunu kunnu søkja kommununa um stuðul til keyp av ráðgevingartímum hjá vinnuráðgeva, grannskoðara, sakførara ella øðrum serkønum fólki.

Spurdur hví hendan skipanin verður sett í verk nú, so stutt undan vali, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri, at hann dugir væl at síggja, at hetta kann virka sum valagn, men vinnunevndin hevur arbeitt í eina tíð við málinum, og nú var tað búgvi til at verða sett í verk.

Íverksetarar kunnu við hesi skipan fáa upp til 10.000 krónur í stuðli til keyp av ráðgevingartímum.