Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eysturkommuna hevur skipað seg

Jóhann Lützen

Nývalda býráðið í Eysturkommunu hevur á fundi skipað seg við Per Martini Gregersen sum borgarstjóra og Una Rasmussen sum varaborgarstjóra

 

Nývalda býráðið skipaði seg á býráðsfundi 19. november 2024.

Nývaldu býráðslimirnir eru hesir:

Per Martin Gregersen
Unn Jarnskor Ellingsgaard
Heri Mikálsson
Hanna Jensen
Pól í Skorini
Rebekka Jensen
Uni Rasmussen
Magnus Skoralíð
Ann Fuglø

 

Á skránni var val av borgarstjóra, varaborgarstjóra, umframt val av nevdarlimum til føstu nevndirnar og aðrar nevndir. Tað var einmælt samtykt at velja Per Martin Gregersen til borgarstjóra. Eisini var einmælt samtykt at velja Una Rasmussen til varaborgarstjóra. 

Eisini vóru føstu nevndirnar mannaðar, og var hetta somuleiðis einmælt samtykt.

Nevndirnar eru mannaðar soleiðis:

Fíggjarnevnd

Per Martin Gregersen – Formaður
Magnus Skoralíð
Unn J. Ellingsgaard

Byggi & býarskipanarnevnd

Heri Mikálsson – Formaður
Uni Rasmussen
Ann Fuglø

Mentanarnevnd

Hanna Jensen – Forkvinna
Pól í Skorini
Rebekka Jensen

Trivnaðarnevnd

Unn J. Ellingsgaard – Forkvinna
Rebekka Jensen
Magnus Skoralíð

Vinnunevnd

Pól í Skorini – Formaður
Ann Fuglø
Uni Rasmussen

Nývalda býráðið tekur við á nýggjárinum.